javnaldrar ávikavíst míns og Finngerð. Áðrenn Martin í 1944 fekk starv á Tvøroyri, var eg nakrar ferðir í summarfrí í Sandvík, og hóast hetta var í teim døpru stríðsárunum, var tað stór og spennandi uppliving [...] serligur frammíhjárættur at hava livað í sama húsi sum hann, meðan hann skapti nakað av hesum. Í 1947 var hann farin undir at skrivað »Tað lýsir á landi«. Í einum kamari í eysturendanum av húsum Annu Mohr´s [...] heppin at hava í føroyskum, og ikki minst Martin er í huga mínum ein fyrimynd. Tíverri fór heilsan hjá Martini at bila álvarsliga longu í fimtiárunum og varð hann noyddur at leggja frá sær í 1964. Hetta gjørdi
Í skúla við hús Í Noregi vísir ein nýggj kanning, at talið á børnum, sum ganga í skúla heima við hús, er nógv størri, at almennu skúlamyndugleikarnir siga. Kanningin vísir, at 385 børn fáa frálæru í heiminum [...] lítlan áhuga í at nema við evnið, siga tey. Norsk bløð skriva, at síðani ein skipan við heimafrálæru kom í gildi fyri níggju árum síðani, eru tað alt fleiri og fleiri børn, sum velja at ganga í skúla við hús [...] kallar eina rímiliga menning í teimum donsku dómstólunum. Vænta ófrið Felagsskapir, sum ætla sær at skipa fyri mótmælistiltøkum í sambandi við fundin hjá Heimsbankanum í Oslo í juni mánað, eru ósamdir um
fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækn [...] gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Wladislaw Zdunek í Mariukirkjuni. (Talvan gongur fyri teimum, ið lesa til prest, í Keypmannahavnar bispadømi) [...] hansara í døgunum 13.-26.4. Fríggjakvøldið 19. kl. 20 Møti í Stranda missiónshúsi. Leygarkvøldið 20. kl. 19 Møti á Sandi. Sunnudagin 21. kl. 12 Prædikar við Gudstænastuna í Skopun. Kl. 18 Møti í missiónshúsinum
ommuson. Ása er gift og býr í Danmark. Ása er fødd í 1934. Tvey systkin vóru tey, eldri bróðurin, ið búði á Tvøroyri, doyði í fjør. Sum at eiga barn Vit hitta Ásu hjá skyldfólki í Sandvík. Og skilligt er, [...] lærari óivað hevur verið í Sandvík, tí væl dugdi Martin, tað sóu seinni hesir menn, ið hann kom í skúla hjá. Og so kemur hon at hugsa um óføra viðmæli, sum W. Johansen, prestur í Vági, gav Martini, tá Martin [...] bøkur, ikki altíð vóru høgt í metum tá í tíðini, tí tá kravdist, at øll tóku lut í arbeiði, so stundir vóru ikki til annað fjas, um ein skuldi lívbjarga sær. Og Ása er eitt sindur í iva, nú hon skal svara hesum
um. Kanska skuldi peningur heldur verið lagdur í hægri lærustovnar í Føroyum enn í lærustovnar í øðrum londum. Kanska hevði tað verið betri og bíligari í longdini. [...] Norðurlond hinvegin fýrfaldast nú tað í roynd og veru er ókeypis at ganga á einum og hvørjum hægri skúla í øllum heiminum, so kostar skipanin knappar 25 milliónir krónur í útlendskum skúlagjaldi um árið. Men [...] útbúgving í Danmark, eru útreiðslurnar, sum Føroya land ber av sínum lesandi, kortini lutfalsliga lágar. Tann stóri spurningurin er bara um íløgan ikki kundi verið løgd í onnur og meira fruktbar støð í føroysku
skifti fyri Øregaard í 1966. Álitismaður var hann á fleiri økjum. Deknur í gomlu Gøtu kirkju í 5 ár frá 1967, í kirkjuráðnum 1968-72, landsskúlaráðnum 1980-84, mong ár nevndarlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag [...] børnini Elin og Jóannes, tey búgva í Syðrugøtu og Barbaru og Petur Páll, sum búgva í Havn. Á ungum árum fór Petur Eli Mikkelsen til skips; fer á læraraskúla og tekur læraraprógv í 1960. Frammanundan hevði hann [...] Hillerød. Lærari var hann á Toftum 1960-67, síðani fyrstilærari við Gøtu skúla og starvaðist har, til hann gavst í lærarastarvinum í 1997. Á so mangan hátt var Petur Eli sera virkin, eldhugaður fór hann undir
svimjarum, sum vóru við í felagnum í august mánaða. Men hóast svimjihøllin í dag letur upp aftur, so fer Ægir væntandi ikki í gongd við nakað sum helst fyrr enn næsta kappingarárið byrjar í august mánaða. - Núverandi [...] Klaksvík: Svimjihøllin í Klaksvík letur í dag upp aftur, eftir at hon ,síðani august mánaða seinasta ár hevur verið afturlatin í samband við tað fyrsta av trimum byggistigum, hvørs endamál er at umvæla [...] møguleika havt fyri at kunna taka nøkur tøk í hyljunum, og tað hevur eisini havt sínar fylgir fyri svimjifelagið í Klaksvík. Katastrofalar fylgir Svimjifelagið Ægir í Klaksvík kundi áðrenn afturlatingina av
droymir um ein sess í løgtinginum. Tað gjørdist rættiliga skjótt greitt fyri Finn, at hann hevði tokkað til Sambandsflokkin, og hann hevur nú verið limur í eini fýra ár. Finnur er í dag tjúgu ára gamal [...] fyri at ganga á studentaskúla. Hann gjørdist liðugur saman við Finni í fjør, og hann hevur fingið játtað pláss á kendum skúla yviri í USA. Bartal royndi seg eisini á valevnalistanum hjá Javnaðarflokkinum [...] kanska eru í tí eldra endanum. Hann heldur ikki nakra orsøk vera til læsa seg fastan í hesum og ein ungur hevði kunnað gjørt stóran mun. Bartal er somuleiðis av teirri áskoðan, at Javnaðarflokkurin í umboðani
eisini røtur í Sjálvstýrisflokkinum. Tá røtur, áhugi og undirtøka fyri stevnuskránni finna saman, so er leyst og liðugt og klárt at stilla upp. Frida hevur gingið á HF í Klaksvík, og hon er í dag í arbeiði [...] nevnt liggur Sjálvstýrisflokkurin longu í familjuni, so tað var líkatil at velja hendan flokkin. Eisini byrjaði ein áhugi fyri hesum at spretta, tá hon enn gekk í skúla. Hon skrivaði ein stíl við atlit at [...] sama býráðsvalið, at hon byrjaði at gerast virkin í Sjálvstýrisflokkin. Síðani tá hevur hon odað seg fram í fremstu leiðslu floksins. Hon sigur, at tey ungu í Sjálvstýrisflokkinum ikki eru nakað stórvegis
arbeiðis og í skúla. - Nú verkfall er, og líkindini at ferðast ímillum við smábátum ikki eru nakað serlig, er støðan ótolandi. Víst verður á, at fleiri, sum arbeiða í Havn, eru mammur, sum eiga børn í Nólsoy [...] Samferðsla Vilmund Jacobsen Fleiri nólsoyingar, sum vóru á einum slíkum veljarafundi í Nólsoy sunnudagin, fóru vónsviknir heim aftur til húsa. - Tosað varð um alt millum himmal og jørð, men ikki eitt einasta [...] seinastu árini hevur samferðslan ligið lamin orsakað av verkfalli, og hetta er hvørja ferð eitt harmarslag í sjálvt lívsgrundarlagið hjá fólki, sum búgva á útoyggj. - Samferðslan er okkara lívsæðr til meginøkið