Frida J. Christiansen:Heldur seg framat

Klaksvíksgentan Frida Christiansen roynir seg fyri aðruferð sum valevni til løgtinsvalið. Hon roynir at halda seg framat, tá boð vóru eftir henni at stilla upp. Ein áhaldandi áhugi fyri politikki fekk hana at stilla upp

Løgtingsval

À valevnalistanum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Norðoyggjum stendur navnið Frida Christiansen. Talan er um eina 21 ára gamla gentu, sum fyri aðru ferð roynir seg sum valevni til eitt politiskt val. Fyrstu ferð var til býráðsvalið seinast.
Frida Christiansen ella Frida J. Christainsen, sum hon eisini kallast, hevur leingi havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og úrslitið gjørdist, at hon stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin.
Familjan er ættað úr Fugloynni, og har hevur eisini røtur í Sjálvstýrisflokkinum. Tá røtur, áhugi og undirtøka fyri stevnuskránni finna saman, so er leyst og liðugt og klárt at stilla upp.
Frida hevur gingið á HF í Klaksvík, og hon er í dag í arbeiði hjá East Salmon í Klaksvík. Henni hevur altíð dáma væl føroyskt, og hon ætlar møguliga at fara undir at lesa føroyskt eftir summarfrítíðina.
Hon er í teirri hepnu støðu, at hon rakar tveir minnilutabólkar

Aðru ferð
Tað var á býráðsvalinum í 2000, at Frida fyri fyrstuferð royndi seg sum valevni fyri Sjálvstrisflokkin. Tað bleiv 23 atkvøður tá, og hon setir nøsina uppímóti enn og fleiri hesaferð.
-Eg varð spurd, um eg hevði hugt til at stilla upp, og eg havi altíð havt áhuga fyri politikki, so eg segði ja til áheitanina, sigur Frida Christiansen.
Sum áður nevnt liggur Sjálvstýrisflokkurin longu í familjuni, so tað var líkatil at velja hendan flokkin. Eisini byrjaði ein áhugi fyri hesum at spretta, tá hon enn gekk í skúla. Hon skrivaði ein stíl við atlit at javnrætti, og hetta setti hana líkasum ígongd.
Tað var eisini við hetta sama býráðsvalið, at hon byrjaði at gerast virkin í Sjálvstýrisflokkin. Síðani tá hevur hon odað seg fram í fremstu leiðslu floksins. Hon sigur, at tey ungu í Sjálvstýrisflokkinum ikki eru nakað stórvegis aktiv, og virksemið mest gongur fyri seg hjá einstaklingum.
Henda dagin vit eru á gátt hjá Fridu einastaðni langt niðan í krókutu gøturnar í Klaksvík, so er tað mest tíkin hjá Fridu og familjuni, sum hevur áhuga fyri prátinum, og endin er, at hon fær at vita, hvar skápið skal standa.

Íbúðarviðurskifti
Frida ætlar sær í valstríðnum at leggja dent á at betra íbúðarviðurskiftini hjá teimum ungu, ið hon heldur eru í trongum skóm. Afturat hesum ætlar hon sær at taka mentanina í breiðasta týdningi við. Eitt annað, ið liggur henni rættiliga nær, er ferðasambandið um Leirvíksfjørð. Hon heldur, at tað er alt ov vánaligt samband um fjørðin, og hetta kundi hon hugsað sær, at gjørt nakað við. Næstu fýra árini kundi hon eisini hugsað sær at fingið gongdina á heilsuøkinum at gerast betri.
-Tað er óneyðugt at hava tað sama á øllum sjúkrahúsunum. Vit skulu heldur royna at spesialisera, sigur Frida.
Tá vit spyrja hana eftir, um hon heldur, at ung velja ung valevni, so heldur hon ikki, at so er. Sama er svarið, tá spurt verður, um hon serliga leggur seg eftir tí yngra ættarliðnum í sínum valstríðið.
-Sjálvandi hava tey ungu ein serligan áhuga, men eg havi sjálvandi áhuga fyri øllum øðrum eisini, sigur Frida Christiansen.
Hon heldur ikki, at tey ungu valevnini verða tikin nóg nógv í álvara.
-Nei, eg haldi ikki, at fólk taka okkum nakað serliga nógv í álvara. Tað eru fólk, ið venda sær til okkum, men eg haldi, at nógv taka okkum ikki í álvara, sigur Frida.
Hon heldur eisini, at áhugin millum ung er rættiliga lítil fyri valinum. Hon sigur, at hon hoyrir at kalla ongan tosa um valið.
Hon kundi hugsað sær, at áhugin var størri millum ung fyri valinum. Somuleiðis kundi hon hugsað sær, at fleiri kvinnur nærkaðust tinggáttini.

Samband og loysing
Tá Frida kemur í samband við fólk, so er tað mest samband og loysing, ið prátað verður um.
Sjálv vísir Frida á stig fyri stig politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hon heldur, at tað hevur gingið í so skjótt, og tað er als ikki neyðugt at tað skal ganga skjótari á sjálvstýrisleið.
-Eg taki undir við, at vit skulu hava fullveldi, tá vit eru klár til tað, sigur Frida.
Hon vil ikki seta nakað áramál á, hvussu leingi hon fyristillar sær at hetta tekur.
Frida setir sína vón á, at hon og flokkurin gera eitt gott hál á løgtinsvalinum. Hon kundi hugsað sær, at tað komu fleiri ung inn á ting.
Hetta fer tíðin at vísa.