Klaksvík:
Svimjihøllin í Klaksvík letur í dag upp aftur, eftir at hon ,síðani august mánaða seinasta ár hevur verið afturlatin í samband við tað fyrsta av trimum byggistigum, hvørs endamál er at umvæla og nýmótansgera høllina.
Av tí sama hava klaksvíkingar og norðoyingar annars ongan møguleika havt fyri at kunna taka nøkur tøk í hyljunum, og tað hevur eisini havt sínar fylgir fyri svimjifelagið í Klaksvík.
Katastrofalar fylgir
Svimjifelagið Ægir í Klaksvík kundi áðrenn afturlatingina av svimjihøllini vísa á tey frægastu úrslitini í langa tíð.
- Vit vunnu stórt sæð alt, sum var at vinna, greiðir Søren Olsen frá, sum var venjari hjá Ægir hetta tíðarskeiðið.
- Vit settu enntá føroyskt met, og tað klárar man ikki á hvørjum ári. Tað er long tíð síðani, at tað hevur gingist Ægir so gott, sum tað gjørdi beint áðrenn, at svimjihøllin lat aftur, sigur Søren.
Hann sigur víðari, at afturlatingin av svimjihøllini hevur havt katastrofalar fylgir fyri svimjararnar og svimjifelagið í Klaksvík. Í tíðini, meðan svimjihøllin hevur verið afturlatin, hava tey ongan møguleika havt fyri at halda fast við góða venjingarstøðið, sum tey vóru komin á.
- Onkur hevur ferðast til Gøtu av og á, har hann hevur vant við svimjifelagnum Skeggjum, men tað ber jú illa til, tá ein samstundis gongur í skúla, sigur Søren.
Ægir plagar eisini at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag fyri at fáa eitt sindur av peningi inn til felagið, men eisini hetta virksemi hevur ligið stilt í hesar 7 mánaðirnar, sum svimjihøllin hevur verið afturlatin.
Afturlatingin hevur eisini ført við sær, at Ægir væntandi hevur mist fleiri av teim svimjarum, sum vóru við í felagnum í august mánaða.
Men hóast svimjihøllin í dag letur upp aftur, so fer Ægir væntandi ikki í gongd við nakað sum helst fyrr enn næsta kappingarárið byrjar í august mánaða.
- Núverandi kappingarár er nærum liðugt, so tað nyttar okkum einki at royna at koma við har. Tað einasta, ið er eftir, er FM-kappingin, men heldur ikki har kunnu vit gera okkum nakra vón um at verða við.
Um tú skalt gera teg galdandi í svimjing, so noyðist tú at venja øgiliga hart fyri at koma upp á eitt hóskandi støði. Og tað klárar eingin uppá so stutta tíð, greiðir Søren frá, sum annars eisini væntar, at tað fer at taka langa tíð hjá svimjarunum í Klaksvík at koma upp aftur á sam støði, sum tey vóru á áðrenn afturlatingina av svimjihøllini.
Hol í høvdið-projekt
Søren Olsen hevur eisini sína avgjørdu meining um byggistigini, sum skulu verða framd í svimjihøllini.
- Sjálvur haldi eg tað vera eitt fullkomið hol í høvdið-projekt at fara undir slíkar umfatandi broytingar í eini so gamlari svimjihøll, sigur hann.
Søren heldur, at ístaðin fyri at farið í gongd við nakrar so umfatandi broytingar, so hevði rættasta loysnin heldur verið at bygt eina nýggja svimjihøll, so tann gamla kundi verið opin, inntil tann nýggja varð klár at brúka.
- Um eini 4 ár skal núverandi svimjihøllin latast aftur enn eina ferð í samband við tey næstu byggistigini, og hetta merkist sjálvandi aftur hjá felagnum, sigur Søren.
Eftir ætlan skal hetta næsta byggistigið umfata broytingar innan í sjálvari høllini. Millum annað skulu hyljarnir gerast av nýggjum, og ein stór vatn-skreiðubreyt skal eisini leggjast við ein av hyljunum. Eitt kafeteria verður væntandi eisini at finna í høllini, tá umvælingarnar eru komnar afturum.
- Hetta eru alt sera kostnaðarmikil stig, sum taka langa tíð, og er eftir mínari meting eitt púrasta hol í høvdið-projekt. At bygt eina nýggja svimjihøll hevði verið nógv bíligari, um vit hyggja frameftir, sigur Søren.
Søren veit annars ikki at siga, um hann verður ein av venjarunum hjá Ægir til komandi kappingarárið. Hann hevur fingið okkurt tilboðið aðrastaðnis frá, men hevur enn ikki tikið nakra avgerð um, hvar hann fer at vera.
- Eg eri klaksvíkingur við stórum K, og tí vil hjartað eisini altíð brenna fyri Klaksvíkini. Men útlitini fyri at kunna skapa nøkur góð úrslit eru sera vánalig, nú svimjihøllin skal lata aftur í tíð og úrtíð, greiðir Søren frá.