Eingin tók ferðasambandið uppá tungu

Gamal siður er, at politisku flokkarnir skipa fyri politiskum fundum í ávísum bygdum kring landið undan hvørjum vali, og hetta er eisini siður í Nólsoy.

Samferðsla
Vilmund Jacobsen

Fleiri nólsoyingar, sum vóru á einum slíkum veljarafundi í Nólsoy sunnudagin, fóru vónsviknir heim aftur til húsa.
- Tosað varð um alt millum himmal og jørð, men ikki eitt einasta eitt valevni
nevndi umstøðurnar hjá okkum, nú verkfall er, og eingin sigling er um Nólsoyarfjørð.
Nólsoyingar, sum hava vent sær til Sosialin, siga, at hvønn morgun og hvørt kvøld ferðast einir 30-40 nólsoyingar um fjørðin til arbeiðis og í skúla.
- Nú verkfall er, og líkindini at ferðast ímillum við smábátum ikki eru nakað serlig, er støðan ótolandi.
Víst verður á, at fleiri, sum arbeiða í Havn, eru mammur, sum eiga børn í Nólsoy, og tær vita ikki, tá ið tær fara til Havnar um morgunin, um tær sleppa útaftur til børnini um kvøldið.
- Tað verður so nógv tosað um bygda-og økismenning. Tí er tað ófatiligt, at ikki
eitt einasta valevni á einum tílíkum politiskum fundi, tekur samferðsluna uppá tungu, men heldur velja at møsna um KT-tøkni og onnur háfloygd viðurskifti, sum er tað reina vrøvl fyri okkum undir slíkum umstøðum.
Nólsoyingar vísa á, at fleiri ferðir seinastu árini hevur samferðslan ligið lamin orsakað av verkfalli, og hetta er hvørja ferð eitt harmarslag í sjálvt lívsgrundarlagið hjá fólki, sum búgva á útoyggj.
- Samferðslan er okkara lívsæðr til meginøkið, og tað er ófatiligt, at politikarar og valevni annars ikki skulu taka hesar umstøður uppá tungu við eitt slíkt høvi, har tey biðja um okkarastuðul at verða vald at stýra landinum.
Nólsoyingar stúra fyri, at verkføllini seinastu árini, sum ferð eftir ferð hava lagt samferðsluna lamna, fara at føra til, at fleiri og fleiri fara at umhugsa at flyta inn á meginøkið at búgva.
- Er hesin tankin fyrst farin at nala í fólkinum, er vandi fyri, at hann mennist og gerst veruleiki, soleiðis sum umstøðurnar eru hjá okkum, sum búgva her úti, siga vónsviknir nólsoyingar.