Martin Joensen 100 ár

Atli Dam, fyrrverandi løgmaður, hugleiðir um skaldið, Martin Joensen, sum í dag hevði fylt 100 ár. Martin doyði jóladag í 1966.

Serstakt vinarlag var ímillum húsini hjá Martin Joensen og Petur Mohr Dam, og var hetta nakað av tí, sum ávirkaði meg og systkini í barna- og uppvakstrarárunum í trýati- og fýratiárunum.

Tá á døgum framdi tú ikki ørindi ímillum eina smábygd í Suðuroynni og Tvøroyri sama dag. Oftast gekst tú yvir fjøll og noyddist at gista í minsta lagi eina nátt á Tvøroyri.

Martin og Lina hildu so til hjá okkum, tá tey vitjaðu á Tvøroyri hvørt sær ella saman við børnunum Regini og Ásu, sum vóru javnaldrar ávikavíst míns og Finngerð.

Áðrenn Martin í 1944 fekk starv á Tvøroyri, var eg nakrar ferðir í summarfrí í Sandvík, og
hóast hetta var í teim døpru stríðsárunum, var tað stór og spennandi uppliving at nema felagsskap við javnaldrar og vaksin í hesi vøkru bygd, har tað var so vítt um at fara og so mangt serstakt at spæla ella takast við. Seinni havi eg so ásannað, at hesar vitjanir í eini hini fremstu mentabygdini og kunnleikin til jørildið Martin spratt úr og vaks í gjørdist førleikamennandi fyri meg, ikki minst høvið til at lýða á áhugaverdu frásagnir Louisu móður Martins um ævintýr, sagnir, náttúrlig og yvirnáttúrlig fyribrigdi ella gamlar tíðir gjørdist siðsøgulig barlast, ein kundi taka við sær, var sinnið opið.

Martin og pápi høvdu nógvan felagsskap, fakliga sum lærarar, mentunnarliga báðir við alski til føroyskt mál og bókmentir, og ikki minst politiskt tí teir stríddist út frá somu hugsjón um, at sosialisman var tann politiska samlívsskipan, sum kundi veita fjøldini frægastu materiellu korini, samstundis sum hon veitti rúmasta frælsi bæði tjóðskaparliga og persónliga. Tá á døgum trýsti so mangt okið enn vanliga fólkið og fjøtraði hin einstaka, sum Martin eisini lýsir á sín serliga og sannførandi hátt
Tá so Lina og Martin settu búgv á Tvøroyri nærkaðist enn meira ímillum vinfólkini, og minnist eg hesi ríku ár, sum vóru húsini næstan samanvaksin, tí alt sum var uppi hjá øðrum partinum, hátíðardagar, konfirmatiónir, føðingardagar, ja alt veitsluhald, luttók hin parturin í.

M.a. vóru móðir og Lina í sama bindiklubba, hildu mangt kortablaðið tá høvið beyðst og hjálptu hvør aðrari, tá á stóð, meðan pápi og Martin oftast umrøddu álvarsmál av øllum handa slag, ja teir fevndu og ferðaðust so víða sum hugflog ber.

At eg sjálvur í 1947 kom at búgva hjá Linu og Martin í nakrar mánaðir og at Louisa ofta búði styttri og longri tíðarskeið hjá okkum gjørdi sítt til, at ein heldur seg kenna Martin og umstøður hans rættiliga væl.

Hesi minnisbrot eru ikki ætlað at røkka sum bókmentafrøðiligt ummæli av skaldskapi Martins. Heldur ein tøkk fyri tað, hann vakti í mær og ein ásannan av virðing fyri manninum ? persóninum ? Martin Joensen og tí, hann lærdi um lívið í tí, hann lýsti í søgu og frásøgn.

Mær tørvar ongan bókaummælara at sannføra um, at tað sum kom á prent eftir Martin eru varðar, sum ongantíð rapa.

Fyri mær er hann eitt hitt størsta skald, eg veit um. Men tað kennist sum serligur frammíhjárættur at hava livað í sama húsi sum hann, meðan hann skapti nakað av hesum.

Í 1947 var hann farin undir at skrivað »Tað lýsir á landi«. Í einum kamari í eysturendanum av húsum Annu Mohr´s á Tanganum skrivaði hann nærum hvønn dag brot til hesa bók, onkuntíð kundi hann røða um hetta, men tað var tó sjálvdan, tó so, vit gittu at hann ikki var fallin í fátt, hóast fíggjarligu byrðarnar av útgávuni av »Fiskimonnum« árið fyri ongantíð vóru tyngri enn júst tá, tí tað gekk so illa í hond, at bókin kom so seint frá prenting, at nærum onki kom undir jólasøluna í 1946.

Pappírstrot, illvilji ella politiskur mótburður, eg veit tað ikki, men ráðini vóru smá, tí lærarar fingu onga lænarhækking ímillum 1940 og 1949.

Martin var álvarsmaður, men kundi í veitslulagi verða sera skemtingarsamur tað minnist eg, tá hann av og á talaði við borðhald til rundar dagar í heimi mínum.

Við Tvøroyrar skúla var hesa seinnu helvt av fýratiárunum eitt lið av lærarum, sum løgdu stóran dent á at geva ein góðan málsligan førning, og sum megnaðu at skapa virðing hjá okkum næmingum fyri góðum málburði.

Petur Mohr Dam, Jákup Olsen og Martin Joensen var eg so heppin at hava í føroyskum, og ikki minst Martin er í huga mínum ein fyrimynd.

Tíverri fór heilsan hjá Martini at bila álvarsliga longu í fimtiárunum og varð hann noyddur at leggja frá sær í 1964. Hetta gjørdi nógvar árgangir av næmingum á Tvøroyri fátækari, tí teir mistu tann tjansin vit, sum undan fóru, fingu.

Martin var blaðstjóri á Sosialinum árini 1946-47-48 og 49. Júst í teirri tíð, tá mest leikaði á, tí ágangurin frá tí »harralyndi«, sum lá yvir samfelagnum tá, var so ógvusligur.

Martin vardi borg á siðiligan, hampuligan og sannførandi hátt, væl stuðlaður av øðrum andshøvdingum í okkara landi. Hesum eru vit Martini sera takksom fyri.

Vil enda hesa persónligu kvøðu við at heita á tykkum, sum nú stíla fyri á Sosialinum, um at endurprenta minningarorð faðirs míns við deyða Martins, sum hann skrivaði í blaðið 4/1-1967. Hóskandi hevði tað verið, um hetta kom í blaðið 19. apríl, tá Martin vildi verið 100 ár.