aðrir brennievni, og hetta fer at merkjast. Bergur í Garði, stjóri fyri Postverk Føroya, sigur, at bilarnir hjá teimum hava brennievni til hesa vikuna, men so fer tað at knípa. ?Tað steðgar spakuliga upp [...] Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at skipini sleppa at sigla, men bert við ferðafólki. Einki undantak verður latin bussunum. Í Norðoyggjum eru bussarnir hjá bygdaleiðum givnir at koyra, tí einki brennievni er [...] runt í Havnargøtum týsdagin sást ikki so øgiliga nógv til, at verkfall er í løtuni. Allastaðni var stúgvandi fult av bilum. Søgur ganga um, at tað eru fleiri, sum aftur hava funnið súkkluna fram. Jú, tað
Waag kundi hugsað sær at gjørt, men tað er ikki bara sum at siga tað, at koma á eitt nú danska marknaðin. ?Men rávøran er góð nokk, sigur Einar Waag. Frá Føroya Bjór frætti vit, at fólk higartil hava tikið [...] gjørt, merkist, at føroyingar eru farnir at drekka vatn úr fløsku. Petur Zachariassen sigur, at talan er ikki um nakra heilt stóra sølu, men tað hevur vundið upp á seg. ?Tað vísir seg, at fólk gjarna vilja [...] Bjór, Einar Waag, sigur, at Føroya Bjór vildi útbyggja sítt úrval, og tað er ein sannroynd, at vatn í øðrum londum og partvíst eisini í Føroyum er væl umtókt. ?Vit halda eisini, at tað føroyska vatnið er
Glasgow fyrr í ár. - Vit eru ovfarnir og ógvuliga fegnir um, at alt hevur gingið so væl hesaferð. Andrias sigur, at tað verður ongantíð soleiðis, at alt gongur eftir vild, tá ið eitt so stórt og umfatandi tiltak [...] í Glasgow Andrias sigur, at altjóða fiskivinnu-og alistevnan í Føroyum hesaferð hevur verið nógv betur vitjað enn stevnan, sum hildin verður í Glasgow. - Tað hevur víst seg, at undirtøkan fyri stevnuni [...] Skemmuni, sum eiga størsta heiðurin av hesum tiltaki. Men vit eiga ikki at sovna í stoltleikanum, legði hann aftrat. Rodmundur segði, at North Atlantic Fish Fair hevur sett Føroyar, Eysturoynna og Runavíkar
rundanum stafettina hjá monnunum, sum teir nú ætlaðu sær at taka í stórum stíli. Nøsin var sett upp ímóti gullinum, og ongin tóktist at ivast í, at so fór at vera. ? Vit hava góðar vónir. Svimjararnir eru væl [...] gjørt, til teir hoyrdu, at frásøgumaðurin í hátalarunum ikki nevndi Føroyar at verða komnar víðari í finaluna. Tá nærri varð kannað, hvat var áfatt, varð skjótt funnið útav, at føroysku svimjararnir vóru [...] komin á mál. Dómarin segði, at svimjararnir høvdu nortið við hvønn annan, og hetta hevði órógvað svimjaran í hini geilini. Eftir eini rúgvu av togtogan aftur og fram, og eftir at tosað varð við høvuðsdómaran
fyri fleiri leitibrunnum við føroyska markið. Orsøkin til at hesin brunnurin eisini kann hava føroyskan áhuga er tann, at roknað verður við at gera eitt stórt gassfund í løgum, sum eisini finnast í norskum [...] serfrøðingar fyrr mett, at møguleikar eru fyri at gera slík gassfund í føroyskum øki eisini. Bretska oljublaðið Uppstream umrøður Ben Nevisstrukturin sum ?a monster?.Blaðið skrivar, at her kunnu liggja goymd [...] longur niður. Hann er mettur at kosta 170 mill. kr. Gass skal liggja í jarðfrøðiliga lagnum nevnt ?cretaceous?. Boringin fer at vara í einar tveir mánaðir. Seismikkurin vísir, at Ben Nevis líkist tí risastóra
liðini eru kappingin øgilig um at hava ein fyrimun, tá farið verður undir endaspælið. At hesin fyrimunur kanska ikki er so stórur tá, sum hann kann vera nú, hevur minni at siga, tí sálarliga yvirtakið, [...] metingini. Næstan øll sleppa upp í part Um hugt verður at kappingini hjá kvinnunum, tykist størsti spurningurin at vera, um VB-kvinnurnar megna at halda tørn. Eftir sjey sigrar á rað, taptu tær fyri fyrstu [...] kappingarneytarnir, men eftir stendur at síggja, hvussu stórur skelkurin av fyrsta tapinum kann vera. VÍF og StÍF eru saman við Stjørnuni tey liðini, ið liggja best fyri at taka kappingina upp við VB, men lopið
stuttligari at rokna, og hesa vikuna halda tey seg so at siga bara til rokningina. ? Aftaná skúlatíð plaga vit viðhvørt at vera uppi á plenuni og spæla. Har er bara mold, og menninir plaga at spæla fótbólt [...] til Kunoyar. ? Arna og Henningi dámar so væl í skúlanum, at teir tíma ikki heim, tá teir eiga. Teir halda, at Eliana er so heppin, tí hon sleppur at vera longur í skúla, fortelur Heidi við einum smíli, og [...] og fara út aftur í regnið og vindin, meðan børnini seta seg við borðið at eta matpakkan. Eitt er bert at staðfesta, og tað er, at skúlaumhvørvið í Kunoy er lítið, men uttan iva hugnaligt og fjálgt.
vísa til samgonguskjalið, har sagt verður, at »neyðugt er at linka skattin til at lætta um hjá familjum og einstaklingum, til at lækka kostnaðarstøði og til at bøta um reallønina og styrkja kappingarføri« [...] Dahl, eisini, men tey vísa á, at skattatrýstið í dag er hægri enn í 1997. ? Hetta kemst av, at hámarksinntøkurnar á tí progressiva skattastiganum hava verið hækkaðar so lítið, at ein lønmóttakari við vanligum [...] milliónir krónur í hesum árinum, til viðgerðar í løgtinginum. Og har kom greitt fram, at tað helst verður eitt samt ting, sum fer at taka undir við skattalættanum, tá av tornar. Fíggjarnevndin, sum hevur viðgjørt
góða úrtøku, og nú verður tosað um, at tað er ikki heilt eingin møguleiki fyri, at tey fara at blanda seg í stríðið um gullkrónurnar. Serliga um FCK framvegis fer at hava so soltna úrtøku, sum teir hava [...] venjarin verður, sum fer at fáa sekkin. Feløgini, sum hava havt soltnastu úrtøkuna, eru AaB, Viborg, AGF, sum øll eru úr Jyllandi, og so høvuðsstaðarfelagið AB. Roknað verður ikki við, at væl umtókti Poul Hansen [...] Hansen í AGF fer at fáa sekkin, og tað fer Ove Christiansen í AB kanska heldur ikki nú beinanvegin. Harafturímóti verður roknað við, at Søren Kusk í Viborg og Poul Erik Andresen í AaB sita rættuliga leysir
bólkar, sum vóru spáddir at gera seg galdandi. Gestir, Týr og Hatespeech. Og tað var eisini sjón fyri søgn. Sjálv væntaði eg, at tað fóru at vera Týr og Hatespeech, sum fóru at kappast um 1. og 2. pláss [...] av sjálvsáliti og gleði hetta kvøldið. Kanska tí at teir spældu síðst, men teir spældu eisini væl og tað smittar. Eg dugi ikki at lýsa tað ørvísi, enn at teir sparkaðu reyv. Teir spældu til eitt fyrsta [...] til fyri at skaka mína gomlu sál, og trúgv mær; eg havi verið ein íðin konsertgangari í mong ár. Men takk Gud og lov, tað hendi hetta kvøldi. Gestir vóru fyrst á palli og eg fangaði meg sjálva í at hugsa: