Kunoy: Veðrið er illfýsið norðuri í Kunoy, men inni í skúlanum í Kunoy er ljóst og fjálgt. Skúlin sær hugnaligur út uttanifrá. Hann er frá 1886, og inni í gongini hanga fleiri tekningar uppi, sum børnini hava teknað.
Inni í skúlastovuni sita trý børn. Tey eita Arni, Henningur og Eliana. Arni og Henningur ganga í 1. flokki, og Eliana gongur í 6. flokki.
Tá Sosialurin kom á gátt høvdu tey rokning, har tey fingust við skøp.
Lærarin, Heidi Vágsá, stendur frammi við læraraborðið og tey eru øll bæði blíð og týð og taka væl ímóti okkum.
Vilja ikki heim
Hugnaligt er inni í skúlastovuni. Veggirnir eru prýddir við kortum, fløggum, tekningum, bókstavum og øðrum. Frammi við vindeyga er eitt køliskáp, ketil og annað gott, og mitt í stovuni stendur eitt borð, har næmingarnar plaga at sita í fríkorterinum, tá veðrið er ringt, og tekna ella lesa.
Børnini eru eitt sindur smæðin í fyrstuni, men tá ein lítil løta er farin, koma tey við mappum, skriviheftum og øðrum, sum tey draga fram má borðið fyri at vísa, hvat tey hava gjørt.
? Arni og Henningur eru í skúla fýra tímar um dagin, meðan Eliana hevur fimm ella seks tímar. Tey trívast væl, sjálvt um tey bara eru trý, sigur Heidi Vágsá, lærari.
Heidi er læraraútbúgvin. Hon hevur arbeitt fimm ár í Danmark og tá hon kom aftur til Føroya arbeiddi hon tvey ár á Viðareiði áðrenn hon kom til Kunoyar.
? Arna og Henningi dámar so væl í skúlanum, at teir tíma ikki heim, tá teir eiga. Teir halda, at Eliana er so heppin, tí hon sleppur at vera longur í skúla, fortelur Heidi við einum smíli, og teir flennan samtykkjandi.
Næsta ár verður ongin nýggjur næmingur í skúlanum, so tá verða tey framvegis trý. Men um tvey ár koma tveir nýggir næmingar, og um fráflyting ikki verður frá bygdini, so verður onki hol við næmingum í øllum førum eini 15 ár.
? Tey hava ongar trupulleikar við at vera so fá, men kanska tað sosiala vantar eitt sindur í hesum umhvørvinum. Men tey ganga til ymsar frítíðaraktivitetir aftaná skúlatíð, so sosialu mettuna fáa tey tá.
Seturskúli
Seinni í ár fara tey trý í Kunoyar skúla á seturskúla. Enn er ikki avgjørt, hvagar leiðin liggur, men tað verður tá veðrið gerst eitt sindur betri.
Jólahaldið í fjør var hildið saman við teimum í Haraldsundi. Sjónleikur var framførdur, og Arni, Henningur og Eliana vandu í bygdarhúsinum eina heila viku áðrenn jólahaldið skuldi verða.
Næsta vika verður roknivika hjá teimum trimum. Heidi hevur fingið ymiskt tilfar til vega, sum ger tað eitt sindur stuttligari at rokna, og hesa vikuna halda tey seg so at siga bara til rokningina.
? Aftaná skúlatíð plaga vit viðhvørt at vera uppi á plenuni og spæla. Har er bara mold, og menninir plaga at spæla fótbólt har uppi. Eisini plaga vit at vera í plantaguni, uppi á tí stóra steininum, har Angela og Hannibal vóru, tá tey vóru í Kunoy við Fres, sigur Arni.
Heidi sigur, at børnini vóru eitt sindur skuffað, tí Angela hevði sagt í Fres, at tað vóru ongi børn í Kunoy.
Nú er matarfríkortið komið, og børnini hava so at siga blaðað allar síður upp og niður og víst okkum Mombon og allar norðoyggjar.
Vit takka fyri okkum og fara út aftur í regnið og vindin, meðan børnini seta seg við borðið at eta matpakkan. Eitt er bert at staðfesta, og tað er, at skúlaumhvørvið í Kunoy er lítið, men uttan iva hugnaligt og fjálgt.