Fyri sættu ferð síðani 2012 er søguríka norðurírska liðið, Linfield FC aftur á vitjan í Føroyum.
Teir spæla móti Víkingi á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19. Talan er um fyrru uppgerðina í triðja undanumfarinum í Conference League.
Síðani 2012 hava teir í Linfield FC verið bæði hepnir og dugnaligir í uppgerðunum móti teimum føroysku liðunum í evropeisku kappingunum fyri felagslið.
Í 2012 spældi Linfield FC móti B36 í Champions League undankappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 0-0. Linfield vann seg víðari aftaná brotssparkskapping á ovara vølli í Gundadali.
Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park í undankappingini til Europa League. Hetta er einasta ferðin, at Linfield hevur vunnið sannførandi á einum føroyskum liði. Í hinum førunum hevur tað verið við einum samlaðum eittmálssigri, ella við sigri í brotssparkskapping.
Í 2014 vann Linfield 2-1 á B36 á Tórsvølli í Europa League undankappingini. B36 megnaði javnleik 1-1 á WIndsor Park, men Linfield vann samanlagt 3-2.
Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ á Windsor Park, men tapti 3-4 móti NSÍ á Svangaskarði, og slapp víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 5-4 sigri.
HB spældi í 2019 javnleik 2-2 móti Linfield á heimavølli, og hevði tá møguleikar til at vinna ein sannførandi heimasigur. Niðri í Belfast tapti HB tepurt 0-1.
Stóri spurningurin er tí: Fer tað eydnast Víkingi at knógva Linfield, og harvið gerast fyrsta føroyska liðið, ið vinnur á einum norðurírskum liði í einari evropeiskari kapping fyri felagslið?
Eydnast tað Víkingi at vinna ein samlaðan sigur á Linfield FC bíðar eitt Play Off umfar til deildarspælið í Conference League. Taparin av dystinum í Europa League undankappingini millum írska, Shelbourne og kroatiska, Rijeka møtir vinnaranum av uppgerðini millum Víking og Linfield. Tað verður sannlíkt Shelbourne. Rijeka er stórur favorittur móti Shelbourne.