Brennievni restina av vikuni

Postverkið og Bygdaleiðir eiga brennievni hesa vikuna út. Ì Norðoyggjum eru bussarnir settir

VERKFALL

Verkfallið ávirkar tey flestu í Føroyum, og so við og við eru árinini bara voksin.
Bensini er farið at ganga undan hjá fleiri, men hetta merkist bert partvíst. Serliga eldri diesel bilar klára seg við olju upprunaliga ætlað øðrum endamálum, og teir fáa koyrt leingi.
Tá vit koyrdu ein túr runt í Havnargøtum týsdagin sást ikki so øgiliga nógv til, at verkfall er í løtuni. Allastaðni var stúgvandi fult av bilum. Søgur ganga um, at tað eru fleiri, sum aftur hava funnið súkkluna fram. Jú, tað vóru nakrar súkklur her og har, og onkur hevur eisini keypt sær eina súkklu orsakað av verkfallinum, men nakað súkkluland eru Føroyar ikki vorðnar enn. Í øllum førum var ikki nógv at síggja í Havn, sum fekk teg at hugsa um ríkisfelagin og teirra súkklulívsstíl.
Parkeringsøkið á Skálatrøð var stúgvandi fult av bilum. Í miðbýnum í Havn vóru kanska nakað færri bilar.
Og summi megna at sleppa uttan um verkfalsvaktirnar, soleiðis at vøra aftur kemur í nakrar handlar og onnur støð.

Restina av vikuni
Bilarnir hjá Postverki Føroya krevja sum allir aðrir brennievni, og hetta fer at merkjast. Bergur í Garði, stjóri fyri Postverk Føroya, sigur, at bilarnir hjá teimum hava brennievni til hesa vikuna, men so fer tað at knípa.
?Tað steðgar spakuliga upp hjá okkum. Vit hava brennievni til tær stóru ruturnar til restina av vikuni, sigur Bergur í Garði.
Sum tað eisini sæst aðrataðni í blaðnum, so verður postur blokeraður á flogvøllinum, og hetta kann eisini fáa fylgjur uttanlands.
?Vit eiga ikki postin fyrr hann er komin trygt til okkara. Tað er Post Danmark, ið sendir okkum postin. Í sambandi við postflutning skal ein triðji persónur ikki koma ímillum, og Post Danmark fylgir eisini væl við, hvør støðan er í Føroyum, sigur Bergur í Garði.
Kann eingin postur koma av flogvøllinum, so er tað bert innanlandsposturin, sum postboðini fáa borðið út. Men tað verða mestur bert tey við prutlum, sum fara at bera út, tí frá komandi viku hava bilarnir einki brennevni eftir, sigur Bergur í Garði, og tá verður mest sannlíkt ógvuliga lítið av posti at bera út.

Steðgað í Norðoyggjum
Hjá Strandferðslan er støðan eisini merkt av verkfallinum. Skipini eru undantikin verkfallinum og sleppa at fáa olju.
Bussarnir eru hinvegin ikki undantiknir. Pól Jákup Thomsen, ferðafólkaleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at støðan er eitt sindur ymisk við bussunum hjá teimum.
?Vit hava sáttmála við ymsar arbeiðstakarar kring landið, og tað er eitt sindur ymiskt, hvussu leingi teir hava brennievni eftir, sigur Pól Jákup Thomsen.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at skipini sleppa at sigla, men bert við ferðafólki. Einki undantak verður latin bussunum.
Í Norðoyggjum eru bussarnir hjá bygdaleiðum givnir at koyra, tí einki brennievni er eftir, sigur Pól Jákup Thomsen. Og til verkfallið er liðugt, so broytist henda støðan væntandi ikki.
Annars koyra bussar sum vant, og tað verður í øllum førum hesa vikuna afturat, sigur Pól Jákup Thomsen.
Onkrar leiðir, eitt nú leið 400, hevur minkað um túratalið. Hinvegin koyrir tað væl umtókta flogrutan sum vant.
Tá skúlarnir eru stongdir og fleiri fólk ikki fara til arbeiðis, so merkir hetta eisini færri ferðafólk við bussunum. Tey, sum koma afturat vegna vantandi brennievni til bilarnar, fylla í besta føri tómrúmi av skúlabørnum og øðrum umborð á bussunum.