Fleiri venjarar í klønum tráði

Um gongdin higartil í vár fer at halda fram, so er ikki eingin møguleiki fyri, at onnur lið enn FCK og Brøndby fara at blanda seg í stríðið um DM

SUPERLIGAN

Tólv umfør eru eftir, áðrenn danska kappingarárið verður lokið, og tað harvið verður greitt, hvør skal vinna meistaraskapin, hvørji sleppa upp í part í Europa Cup, og hvørji feløg skulu tungu gongdina niður í næstbestu deildina.
Hjá FCK hevur gingið illa. Munurin aftur til Brøndby á næstfremsta plássinum er miknaður úr tíggju og til fýra stig. Men eingin vandi tykist vera fyri, at Hans Backe skal fella sum venjari.
Hjá fýra øðrum feløgum hevur tað eisini gingið av skriðuni í teimum trimum umførunum, sum eru avgreidd higartil í vár, og nú verður í Danmark tippað um, hvør fyrsti venjarin verður, sum fer at fáa sekkin. Feløgini, sum hava havt soltnastu úrtøkuna, eru AaB, Viborg, AGF, sum øll eru úr Jyllandi, og so høvuðsstaðarfelagið AB.
Roknað verður ikki við, at væl umtókti Poul Hansen í AGF fer at fáa sekkin, og tað fer Ove Christiansen í AB kanska heldur ikki nú beinanvegin. Harafturímóti verður roknað við, at Søren Kusk í Viborg og Poul Erik Andresen í AaB sita rættuliga leysir í stólinum. Kanska annar teirra longu í hesi vikuni fer at vera fyrrverandi venjari.

Nærkast toppinum
Í tveimum feløgum hevur tað gingið sera væl, síðani bólturin fór á rull aftur í superliguni. Talan er um Farum og FC Midtjylland. Hesi bæði feløgini hava fingið góða úrtøku, og nú verður tosað um, at tað er ikki heilt eingin møguleiki fyri, at tey fara at blanda seg í stríðið um gullkrónurnar. Serliga um FCK framvegis fer at hava so soltna úrtøku, sum teir hava havt higartil í ár.
Leygardagin hevði FCM vitjan av AaB. Stríðið um fótbóltstrúnuna í Jyllandi, søgdu miðlarnir, og tað var FCM, sum endaði omaná. AaB legði seg á odda, men heimaliðið á Ikast stadion skoraði tvær ferðir, og vónbrotið í Aalborg var stórt.
Farum hevði sunnudagin vitjan av AB. Tað tykist sum um teir í Farum hava fingið tak á figgjarliga partinum ? í hvussu so er í fótbóltsfelagnum ? og á vøllinum gongur tað strúkandi. Hesa ferð høvdu teir vitjan av AB. Talan var fyri stuttum um, at hesi bæði feløgini skuldu leggja saman, men einki spurdist burturúr. Farum venjarin, Christian Andersen, hevur áður vant AB.
Gestirnir høvdu bóltin nógv, og teir dugdu væl at samanspæla, men teir fingu einki mál. Í vikuni upp undir dystin hevði AB venjarin gjørt av, at ungi Stephen Andersen skuldi verja málið í staðin fyri veteranin Jan Hoffman. Tað var ikki serliga heppin avgerð, tí málverjin var uppií báðum málunum, sum Farum skoraði.

Viborg á botni
OB hevði undan vitjanini í Silkeborg vunnið tvær ferðir. Hesa ferð megnaðu teir bara 1?1 ímóti Silkeborg, sum í heyst hevði syndarliga lítla úrtøku, men sum nú tykist hava møguleika at vinna í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.
Aftastu bríkina hitar Viborg hesa vikuna. Sunnudagin vóru teir í Køge og spældu sannan botngysara. Bara 896 áskoðarar møttu upp, og teir sóu heimaliðið vinna 2?0 og harvið lyfta sær fimm stig upp um niðurflytingina.
Hjá AGF var aftur talan um stórt vónbrot. Í jyska klassikaranum ímóti Esbjerg taptu teir 4?1. Harvið lyfti Esbjerg sær orduliga burtur frá botnplássunum. AGF hevur brúkt nógvar pengar upp á nýggjar spælarar og væl umtóktan venjara. Men higartil hevur gingið illa at spæla eitt gott lið saman, og AGF hongur fast í botn sirupinum. Har stríðast seks feløg nú um at sleppa undan teimum báðum plássunum undir strikuni, tá ið 33. og síðsta umfarið er liðugt spælt. Tey eru Viborg, AB, AGF, Silkeborg, Køge og AaB.