Guernsey: Fyrrapartin mánadagin svumu føroysku svimjararnir seg í finaluni í blandaðari stafett fyri menn. Ella rættari. Tað hildu teir seg hava gjørt, til teir hoyrdu, at frásøgumaðurin í hátalarunum ikki nevndi Føroyar at verða komnar víðari í finaluna.
Tá nærri varð kannað, hvat var áfatt, varð skjótt funnið útav, at føroysku svimjararnir vóru kolldømdir. Hetta komst av, at tá ryggsvimjingin varð avgreidd, og tá Kristoffur Hentze kom á mál eftir firvaldssvimjingina, var Kristoffur á veg upp áðrenn svimjarin í geilini við síðunar av var komin á mál. Dómarin segði, at svimjararnir høvdu nortið við hvønn annan, og hetta hevði órógvað svimjaran í hini geilini.
Eftir eini rúgvu av togtogan aftur og fram, og eftir at tosað varð við høvuðsdómaran og svimjaran hjá Hetlandi, sum svam í geilini við síðuna av, varð staðfest, at Kristoffur hevði als ikki órógvað svimjingina, og kundu Føroyar tí koma við í finaluna.
Spennandi
Ellivu finalur vórðu avgreiddar mánakvøldið, og harav var føroysk luttøka í fýra. 100 metrar bringusvimjing fyri menn, 50 metrar bringusvimjing fyri kvinnur, 1500 metrar frí fyri menn og blandað stafett fyri menn.
Størsti spenningurin var uttan iva rundanum stafettina hjá monnunum, sum teir nú ætlaðu sær at taka í stórum stíli. Nøsin var sett upp ímóti gullinum, og ongin tóktist at ivast í, at so fór at vera.
? Vit hava góðar vónir. Svimjararnir eru væl fyri, og fyrraparturin hevur sum heilt gingið væl. Tað hevur tó ikki verið nóg gott samanlagt, segði landliðsvenjarin í svimjing, Petur Heðin á Fløtti, meðan tær 11 finalurnar vórðu avgreiddar.
? Eg veit ikki, hví tað ikki hevur gingið. Tað er ikki tí, at svimjararnir eru illa fyri. Nógvar góðar tíðir hava verið, og Benthe setti føroyskt met í morgun. Tað kann væl vera, at tað eru nervar, og Benthe hevur til dømis ikki verið við til oyggjaleikir síðani 1997. Men nú koyra vit bara á, og vóna at síggja nógv heiðursmerki teir komandi dagarnar.
Tvey heiðursmerki vórðu til føroysku svimjararnar mánakvøldið. Men hvørgan av teimum var gjørt úr gullið.
Ikki gekst heilt eftir vild til stafettina, og endaðu føroysku svimjararnir á einum øðrum plássi. Fimm hundraðpartar av einum sekundi aftanfyri nummar eitt, sum gjørdist Bermuda.
Tað var heilt sjónligt á svimjarunum tá teir komu úr hylinum, at hetta var ikki júst tað, sum teir høvdu ætlað.
? Hetta var ikki ordiliga tað. Og um eg eri vónbrotin? , sigur Petur Heðin, meðan hann ger eitt lítið nikk við høvdinum.
Spurdur um, hvat gekk galið, sigur føroyski landsliðsvenjarin:
? Teir svumu ov seint. Tann einasti, sum svam skjótt var Eivind.
Føroyski landsliðsvenjarin var ikki nakað serliga prátingarsamur eftir stafettina, og tað var ikki heilt frítt, at svimjararnir høvdu hug at ilskast eitt lítið sindur.
Svimjararnir, sum svumu stafettina fyri Føroyar, vóru Dia Jacobsen, Eivind Eysturoy, Asbjørn Hansen og Kristoffur Hentze.
Bronsa
Eitt heiðursmerki kom afturat í svimjingini. Asbjørn Hansen fekk eitt bronsumerki í 100 metra bringusvimjing fyri menn.
Asbjørn kom á mál við tíðini 1.07.68 minuttir.
Benthe Sikivat Andersen var við í 50 metra bringusvimjing, og har gjørdist hon nummar fýra við tíðini 35.57 sekund.
Andrass Thomsen kom beinleiðis í eina finalu í 1500 metra frísvimjing, og endaði hann har á einum fimta plássi við tíðini 16.42.78. minuttir.
? Eg veit ikki, um eg eri nøgdur. Tað kundi verið betri. Tá eg svam í 1999, varð eg 10 sekund seinni á mál, so eg havi bara tikið meg 10 sekund fram í fýra ár, segði ein heldur misnøgdur Andrass Thomsen eftir 1500 metrar frísvimjingina.