hóast hetta ikki nýtist at merkja beinleiðis limaskap. - Okkara oyggjar liggja isoleraðar í Norðuratlantshavi, og tí er tað týdningarmikið, at vit lata okkum upp í staðin fyri at grava okkum niður og isolera [...] fór løgmaður at tosa um sjálvan ríkisfelagsskapin, og aftur varð orðalagi merkt av pragmatiskum politikki og millumloysnum. - Tað snýr seg ikki um loysing ella samband, tað snýr seg um at bera semjuna [...] n legði dent á, at flokkurin stuðlar hugskotinum um ein Norðuratlantsbólk, hóast innihaldsliga samstarvið við grønlendingar helst verður justerað, men hann legði samstundis dent á, at eitt javnaðarumboð
ikki serliga trupult hjá mær at taka avgerðina. Atkvøðuarvurin At børn av politikarum velja at stilla upp, er á ongan hátt nakað nýtt fyribrigdi. Ofta er úrslitið eisini, at hesi fáa eina framúr byrjan [...] leggur tó dent á, at navnið einsamalt ikki er nóg mikið. - Tað er jú ringt at meta um, hvørjar atkvøður eg kann »fáa« frá pápa mínum. Sjálvandi skalt tú ikki vera blind, og rokna við onga at fáa, men hvussu [...] um, er torført at siga. Vit eru jú eisini tveir ymsir persónar, so mín vón er í øllum førum, at eg eisini kann fáa nakrar atkvøður, sum ikki koma tann vegin. Og tað er eingin ivi um, at talan er um ein
tó megnaðu at gera sær dælt av plássinum, sum hetta gav. Tíggju minuttir fyri tíð vóru eisini tekin um, at nú var avgjørt, men við einum altíð kempandi Ólavi Brimnes á odda var tó um reppið, at Neistin kom [...] málmansspæl Dysturin sjálvur var tó ein av teimum, sum ikki fara at standa so øgiliga leingi í minninum á áskoðarum. Frá fyrsta bríksli var sjónligt, at talan í ógvuliga lítlan mun skuldi gerast um nakað skipað [...] besta dag. Kollfirðingar sær sjálvum so líkt, royndu annars fyrst og fremst at leggja dentin á eina offensiva verju, sum var ætlað at steðga skjúttunum hjá Neistanum. Hetta eydnaðist eisini í stóran mun, tí
verið stuttligt at gjørt »soundtrack«. Eg og Andreas (leikstjórin í bólkinum, blaðm.) gjørdu eitt lag, og so spældi eg gittara til filmin hjá okkum. - Tað einasta, eg havi at finnast at við filmsskúlanum [...] spennandi fólk á FISK 2006. Øll fáa møguleika at byggja brýr millum Norðurlondini. Hetta er ein upplagdur møguleiki at víðka um sítt net. - Eg kann einans mæla øllum til at fara á henda filmsskúlan næsta ár, um [...] burturúr. Men hóast vit hava nógv at gera, hugna vit okkum saman. - Eg havi fingið nógvar góðar vinir, meðan eg havi verið her. Her eru nógv fitt fólk, og øll royna í øllum førum at dáma hvønn annan. Tað noyðast
genta plagdi at koma norður til Leirvíkar at vitja teg og ommu. Eg var hjá tykkum hvørja einastu feriu og eisini ofta í vikuskiftinum, og tað var altíð gott at verða har. Tú hevur altíð dámt væl at arbeiða [...] tvey, og ikki koma so nógv út longur, so er tað so hugnaligt at fáa gestir, og at frætta nýtt. Abbi, nú ert tú 85 ár, og sum tú sjálvur plagar at siga, so er likamið nógv viknað. Tú ert vorðin eldri, og tú [...] hálvgjørt. Tú hevur altíð lært okkum, at man kann alt, bara man vil . Tað, sum eg minnist, er ikki so nógv av teimum 85 árunum, tú nú hevur livað, men mær er fortalt, at tað ikki altíð hevur verið so lætt
um Jesus. Tað var meðan eg búði har, at áhugin vaknaði fyri at fara til Japan at undirvísa í enskum og á tann hátt at virka sum trúboði har, sigur Elsa. Elsa sigur, at enskt hevur als ikki verið undirví [...] hesi verkætlan er at náa lokalfólkið við evangeliinum, samstundis sum tey verða undirvíst í enskum. Elsa sigur, at hon er ómetaliga glað fyri, at Gud uppfylti hennara trúboðaradreym við at gera seg til ein [...] Tað sum vakti mín serliga áhuga fyri Japan, var tá eg legði til merkis, at fólkið lítið og einki kendi til kristindómin. Tey vistu, at kristindómurin var eitt slag av mentan í vesturheiminum, men vistu als
formaður. Fyrr var tað soleiðis, at tað var frí vinna, og øllum stóð frítt at keypa sær ein bil, og skráseta hann sum hýruvogn. Fólk í føstum starvi kundu hava ein hýruvogn at koyra við í frítíðini. Í 1980 [...] umvælingar vegna skaða. At takstir, tollur, talið á hýruvognum, altíð eru á so rímuligum støði sum til ber. Magnus Fuglø, formaður í Samfylking, sigur í sambandi at felagið fyllir 50 ár, at stórar avbjóðingar [...] endamáli at virka til frama fyri teir sum hava hýruvognskoyring til vinnu. Gjøgnum árini hevur felagið umboðað tey koyrandi mótvegis kommunalu og landsmynduleikunum. Felagið hevur eisini arbeitt fyri at avmarka
ir, men royndu ístaðin at spæla tungt. Nakað sum gav Elin Stakksund møguleika at sýna síni kynstur av veinginum. Spennandi kapping Fram um alt, so gav úrslitið ábendingar um, at talan væl kann gerast um [...] ferðina á støðið, sum liðið áður hevur víst, og so tók heimaleiðslan at minka. Symptomatiskt fyri dystin, so megnaði Neistin tó at svara aftur, hvørja ferð Stjørnan kom ov nær. Seinna korterið fyri steðgin [...] tá hesin allan dystin sá seg noyddan at hava ein annan landsliðsmálverja – Erlu Eliasen – á beinkinum allan dystin. Tá so varð, so kom nógv - og helst ov nógv – at hvíla á herunum hjá Alinu Olaru. Tað
verið málsóknir, at síggja. Erling Fles, sum fyri stuttum aftur er farin at gera nógv við venjingina, var einsamallur heilt frammi. Kristoffur Jaocbsen og Hjalgrím Elttør royndu viðhvørt at draga inn úr borðunum [...] møguleikan at taka triðja plássið frá B36, sum teir seinni í heyst skulu spæla steypafinalu ímóti. Tað tóktist ikki at nerva klaksvíkingar nakað serligt. Skálamenn vóru sjálvandi vónbrotnir av, at tað ikki [...] ikki eydnaðist at halda tørn um sigurin, sum teir síðstu løtuna høvdu kós ímóti. Men úrslitið mundi vera at liva við hjá báðum pørtum, og millum áskoðararnar var breið semja um, at hetta hevði ikki verið
kann verða trupult at hanga í oddinum. Tá so stórur partur av bakketuni er burturi, verður sera nógv lagt á einstakar herar, og tað fer at kosta í nøkrum dystum. Megnar liðið hinvegin at fáa menn sum Svein [...] líka at rokna millum tey allar sterkastu. Tað plássið tykist tó í løtuni at liggja í Vestmanna. Ikki bara er liðið ovast á talvuni, men spælið hevur í løtum borið brá av eini sera sterkari eind. At Áki [...] fleiri ár. Somikið leingi, at talan til tíðir hevur verið um kompleks-kenda støðu hjá VÍF, sum fleiri ferðir er farið sálarliga niður móti strandingunum. Mikukvøldið megnaði VÍF tó at vinna á hesum kompleksinum