Góði abbi, eg vil hervið skriva nøkur orð til tín, nú tú fyllir 85 ár.
Tað eru nógv minnir, sum koma framfyri meg, tá eg hugsi um teg abbi, og øll
eru tey góð. Eg minnist, tá eg sum smágenta og sum ung genta plagdi at koma
norður til Leirvíkar at vitja teg og ommu. Eg var hjá tykkum hvørja einastu
feriu og eisini ofta í vikuskiftinum, og tað var altíð gott at verða har.
Tú hevur altíð dámt væl at arbeiða, og altíð hevur tú stákast við okkurt í
frítíðini. Tað eru ikki smáting, tú hevur avrikað gjøgnum árini, og alt tað tú
hevur gjørt, hevur tú gjørt so grundiga, aldri nakað hálvgjørt. Tú hevur
altíð lært okkum, at man kann alt, bara man vil.
Tað, sum eg minnist, er ikki so nógv av teimum 85 árunum, tú nú hevur livað,
men mær er fortalt, at tað ikki altíð hevur verið so lætt. Tú hevur, eins og
mangir menn á tínum aldri, mangan stríðst og strevast, og mangan var tað
smáligt við pengum. Men hettar er alt áðrenn mína tíð.
Øll sum kenna teg, vita um tín forkærleika til Ísland, og tey fólkini tú
kennir har. Og hettar eru fólk og eftirkomarar hjá teimum tú lærdi at kenna,
tá tú vart til lands í Íslandi fyri mongum árum síðani.
Tá eg skrivi nakrar reglir til tín abbi, so kann eg ikki lata verða við at
nevna títt andaliga lív eisini, tí tað er ein so stórur partur av tínum og
ommusa lívi. Tit hava aldrin skammast av at hoyra Harranum til. Og tað sæst
so týðuliga á tykkara livihátti. Hjá tykkum hevur Bíblian altíð ligið frammi
og altíð verið lisin, og tað er líka so náttúrligt sum maturin á borðinum.
Og so hava tit bæði altíð verið trúføst í samkomuni Hebron í Leirvík, og eru
tað enn.
At koma inn til tykkum er altíð gott. Blíðskapur og hjartalag sermerkir
tykkara heim. Man kemur aldrin á gátt, uttan at omma borreiðir við heimabakaðum og einum góðum drekkamunni. Og abbi er altíð so blíður, og honum
dámar so sera væl at tosa við gestir.
At øll kenna seg væl í heimi tykkara, kann eingin ivi vera um. Aldrin havi
eg vita eitt heim, hvar so nógv fólk koma á gátt, sum hjá tykkum. Tað er
ikki ein dagur, har ikki fleiri fólk hyggja inn til tykkum, og hettar dámar
tykkum jú so væl. Serliga nú hvar tit eru vorðin eldri bæði tvey, og ikki
koma so nógv út longur, so er tað so hugnaligt at fáa gestir, og at frætta
nýtt.
Abbi, nú ert tú 85 ár, og sum tú sjálvur plagar at siga, so er likamið nógv
viknað. Tú ert vorðin eldri, og tú orkar ikki so nógv longur. Men tó fert tú
av og á ein lítlan túr yvir í Eldrasambýlið, har tú vitjar og kanst tosa við
fólk tú kennir, og tað dámar tær so væl.
Dagurin í dag, er bæði tín 85 ára føðingardagur, og so skal Filip,
abbasonurin, eisini giftast í dag, so hettar er av sonnum ein gleðisdagur.
Góði elskaði abbi, eg vil enda við at ynska tær hjartaliga tillukku við
føðingardeginum, og má Harrin signa teg og ommu so ríkiliga framyvir
eisini&
Kærar heilsur
abbadóttir









