Hesa ferð koppaði StÍF

Við einum sterkum liðavriki, har allir megnaðu at taka ábyrgd vann VÍF seg á oddasessin. Hjá StÍF tykist ov nógv í løtuni at liggja á herunum hjá Finni Hansson

Manshondbóltur

StÍF hevur vanliga takið á vestmenningum. Tað hevur verið ein sannroynd í skjótt fleiri ár. Somikið leingi, at talan til tíðir hevur verið um kompleks-kenda støðu hjá VÍF, sum fleiri ferðir er farið sálarliga niður móti strandingunum.
Mikukvøldið megnaði VÍF tó at vinna á hesum kompleksinum, tá teir vunnu ein væl uppibornan sigur.

Ov nógv á Finni
StÍF hevur leingi verið uttan Svein Justinussen, og tá hvørki Leivur Justinussen ella Jakob Jónsson kundu spæla mikukvøldið, stóð Finnur Hansson fyri tað nógva sera einsamallur sum skjútti.
Boðini úr VÍF vóru eisini, at fótfimi bakkurin skuldi steðgast, og tá hetta eydnaðist, kom eisini kinkur í spælið hjá gestunum. Soleiðis fylgdust liðini, inn til støðan var 5-5. Tá hevði Finnur skotið fýra mál, men tá verjan so fekk betri fatur á honum, tók VÍF seg fram. Tá StÍF so eisini framdi fleiri óprovokerað mistøk, líktist tað einum veruligum sorli, og sum fyrri hálvleikur endaði, tóktist eingin sum helst ivi vera um vinnaran.
Men tann ivin tók seg tó uppaftur eftir steðgin. Tá VÍF heilt skjótt fekk eina útvísing, nýttu strandingar høvi at skapa spenning aftur, og so kom verulig ferð á. Ikki minst hjá Finni, sum ferð eftir ferð púra einfalt hekk eina løtu longur í luftini enn VÍF-verjan, og so meddaði hann bóltarnar inn.
Men tá hann eisini fór at møðast, skrædnaði aftur. StÍF hevði annars havt fleiri møguleikar at skjóta seg framum, men hetta eydnaðist ongantíð. Ístaðin fækkaððust kreftirnar, og tá skotini frá bakkinum so eisini byrjaðu at møðast, hevði StÍF ikki tey stóru vápnini eftir. Ikki annað enn Marian Cirloganescu, men hóast fleiri góðar bjargingar, so megnaði hann ikki einsamallur at halda VÍF burtur, og so var fyrsta tapið hjá StÍF veruleiki.

VÍF sterkast í løtuni
Talan var um fyrsta tapið hjá strandingum í ár, men sum støðan hjá liðnum er í løtuni, so kann verða trupult at hanga í oddinum. Tá so stórur partur av bakketuni er burturi, verður sera nógv lagt á einstakar herar, og tað fer at kosta í nøkrum dystum. Megnar liðið hinvegin at fáa menn sum Svein, Leiv og Jakob tøkar aftur, so er talan um spælarar, sum styrkja munandi um ein og hvønn hóp, og so verða strandingar alt annað líka at rokna millum tey allar sterkastu.
Tað plássið tykist tó í løtuni at liggja í Vestmanna. Ikki bara er liðið ovast á talvuni, men spælið hevur í løtum borið brá av eini sera sterkari eind. At Áki Olsen eisini spældi mest sum allan dystin ber boð um, at eyka styrkur er ávegis. Við ungum spælarum, sum støðugt troka seg framat, og við parti av sterku gomlu garduni tykist liðið í løtuni hava eina góða blanding, har bæði álop og verja rigga væl, og ikki minst hevur liðið eitt sera breitt álop, har tað illa ber til hjá mótstøðuni at pilka nakran einastakan burturúr. Nakað sum eisini var sjónligt, tá StÍF móti dystarenda royndi at mansverja bæði Sámal og Inga.

Fakta um dystin
VÍF-StÍF 28-25 (15-11)
Málskjúttar
VÍF: Áki G. Olsen 6(1), Áki Olsen 5, Regin Joensen 5, Sjúrður Poulsen 5(1), Ingi Olsen 3, Agnar Joensen 2, Sámal Joensen 1, Rói Lamhauge 1
StÍF: Finnur Hansson 11(3), Regin Didriksen 5, Bent Djurhuus 3, Bárður Danielsen 3, Mortan Hansen 2, Artur Johansen 1
Brotskøst: VÍF 2, StÍF 4
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen