Útsetti oddadysturin millum Neistan og Stjørnuna sýndi fyrst og fremst, at Stjørnan als ikki hevur ein somikið sterka eind, sum tey flestu mundu rokna við undan kappingarbyrjan. Nakað sum tvey tap í fyrstu seks dystunum nú eisini bera sín greiða boðskap um.
Sálarlig yvirvág
Og týskvøldið var Stjørnan eisini næstbest frá fyrsta til seinasta bríksl. Í mun til gestirnar, so vóru Neista-kvinnurnar vaknar frá fyrsta bríksli, og tær togaðu seg skjótt nøkur mál framum. Ikki minst tí tær í verjupartinum tóktust hava púrasta tamarhaled á móstøðuni.
Hetta seinasta gav eisini kontra-álop, og tá Anna Kristina longu í sjeynda minutti togaði Ásu á Neystabø í armin eftir eitt av slagnum, misti Stjørnan ein av týdningarmestu spælarum sínum.
Samstundis tóktist hetta tó eina løtu vera vekjarin, sum togaði Stjørnuna upp. Ikki minst í verjuspælinum kom ferðina á støðið, sum liðið áður hevur víst, og so tók heimaleiðslan at minka. Symptomatiskt fyri dystin, so megnaði Neistin tó at svara aftur, hvørja ferð Stjørnan kom ov nær. Seinna korterið fyri steðgin vann Stjørnan seg fýra ferðir upp á javnt, men tær megnaðu ongan tíð at toga seg framum, og hetta gav Neistanum eina sálarliga yvirvág í dystinum.
Luksus-trupulliki
Og eftir steðgin gjørdist hendan yvirvág alt meira sjónlig. Hóast Stjørnan fleiri ferðir var nær við, so mistu tær hvørja ferð í avgerandi løtunum. Og spakuliga fingu teir eisini at kalla eitt kompleks móti Fríðu Petersen, sum aftur stóð ein branddyst í Neista-málinum. Eitt avrik, sum man kennast sum eitt slag av luksus-trupulleika hjá venjaranum, tá hesin allan dystin sá seg noyddan at hava ein annan landsliðsmálverja – Erlu Eliasen – á beinkinum allan dystin.
Tá so varð, so kom nógv - og helst ov nógv – at hvíla á herunum hjá Alinu Olaru. Tað gjørdi álopsspælið ov stirvið, soleiðis at Neistin aloftast fekk byrgt uppfyri. Og hóast Stjørnan ta einu løtuna valdi at mansverja Ásu á Neystabø, so gav hetta ikki í nóg stóran mun nakra órógv í álopsspælið hjá Neistanum. Tí hóast hetta ikki var lýtaleyst, so fall liðið sjáldan til panikk-loysnir, men royndu ístaðin at spæla tungt. Nakað sum gav Elin Stakksund møguleika at sýna síni kynstur av veinginum.
Spennandi kapping
Fram um alt, so gav úrslitið ábendingar um, at talan væl kann gerast um eina heilt spennandi kapping í ár. Ein ábending, sum longu var at hóma, tá VB fyri stuttum vann tryggan sigur í sínum heimadysti móti Stjørnuni.
Undan árinum tóktust meistararnir nevnliga at stevna beint móti eini endurtøku av gullinum. Meðan onkur av kappingarneytunum í oddinum høvdu mist týðandi spælarar, so tóktist Stjørnan styrkt við tilgongdini av Simonu Petersen, men higartil hevur hetta ikki ávirka spælið nóg nógv rætta vegin. Týskvøldið tóktist liðið til tíðir koyra alt ov nógv í sjálvdrátti, har Alina, Simona og Durita hvør í sínum lagi royndu at skjóta útifrá. Og uttan líkandi verjuspæl, so fær liðið trupulleikar í oddadystunum. Tað hava bæði VB og Neistin tikið av higartil, og tað er fyrst og fremst hetta, sum klakvíkskvinnurnar mugu arbeiða við, vilja tær aftur í ár standa ovast, tá avtornar. At tær hava dygdirnar til tað, ivast fáur í, men enn hava tær ikki prógvað, at so er.
Fakta um dystin
Neistin-Stjørnan 24-20 (11-10)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta R, Hansen 10(4), Elin Staksund 5, Rakul Augustinussen 5, Katja Eigemann 2, Louisa Niclasen 1, Ása á Neystabø 1
Stjørnan: Alina Olaru 8(5), Una Olsen 5, Joan M. Djordjevic 3, Simona Petersen 2, Durita Christophersen 2
Brotskøst: Neistin 7, Stjørnan 5
Útvísingar: Neistin 3, Stjørnan 3
Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (beinleiðis reytt)









