KÍF einsamalt á bronsuplássinum

Neistin var aftur sær sjálvum líkt, tá teir í einum rótutum dysti vóru við undirlutan móti kollfirðingum, sum nú tykjast stevna móti heiðursmerkjum

Hondbóltur

Fagnaðurin var ovurstórur á kollfirðingum, tá tað eftir teir 60 minuttirnar mikukvøldið var greitt, at teir enn einaferð høvdu vunnið sær tvey stig.
Sigurin lyfti nevnliga KÍF leyst av bæði StÍF og H71 í stríðnum um bronsukrónurnar, og tað er ein støða, sum á ongan hátt hevur verið gerandiskostur í Kollafirði seinnu árini.

Rót og gott málmansspæl
Dysturin sjálvur var tó ein av teimum, sum ikki fara at standa so øgiliga leingi í minninum á áskoðarum. Frá fyrsta bríksli var sjónligt, at talan í ógvuliga lítlan mun skuldi gerast um nakað skipað álopsspæl,og heldur ikki í verjupartinum høvdu liðini sín besta dag.
Kollfirðingar sær sjálvum so líkt, royndu annars fyrst og fremst at leggja dentin á eina offensiva verju, sum var ætlað at steðga skjúttunum hjá Neistanum. Hetta eydnaðist eisini í stóran mun, tí hóast Damir, Buha og Áki fingu nøkur mál, so megnaðu teir ikki at gera sær dælt av plássinum, sum teir sjálvir skaptu fyri mótleikararnar. Heldur royndu teir ein og ein at koma fram til skoringar, og hóast einstakar fríspælingar eisini vóru á skránni, so vóru hesar ov fáar til veruliga at gera ein mun.
Hjá KÍF var ferðin avgerandi. Liðið er samansett av leikarum, sum hvør í sínum lagi er til reiðar at geva seg 100% í hvørjum einasta dysti, og aftur hesaferð runnu teir sólina svarta í royndini at basa mótstøðuni. Samstundis hevur liðið í Regin Petersen og Mirko Milenkvic tveir leikarar, sum ? hóast teir kundu stýrt meira ? kunnu bróta mótstøðuverjuna við óvæntaðum trekkum, og serliga fyri steðgin eydnaðist hetta nakrar ferðir.

Silvurið nærkast
Eftir steðgin gjørdist skynsemið í spælinum tó alsamt minni. Verjurnar vóru til tíðir sum opnahjallar, og var tað ikki fyri framúr málverjaavrik í báðum endum, so kundi talan væl verið um ein dyst, har bæði liðini høvdu um 40 mál hvør.
Tað eydnaðist tó spakuliga kollfirðingunum at skapa sær ein fyrimun. Fyrst og fremst tí teir vildu hetta meira enn Neistin.Til tíðir líktist framrættaða verjan eini skuggaverju av øllum trimum bakspælarunum hjá Neistanum, uttan at teir bláu tó megnaðu at gera sær dælt av plássinum, sum hetta gav.
Tíggju minuttir fyri tíð vóru eisini tekin um, at nú var avgjørt, men við einum altíð kempandi Ólavi Brimnes á odda var tó um reppið, at Neistin kom aftur í dystin.
Tvær ferðir hevði Neistin eisini møguleika at koma upp á javnt. Men fyrru ferðina tók Jaspur Joensen brotskastið frá Oros, og í seinna førinum framdi Óla Cristian eina av sínum í minsta lagi tíggju stórbjargingum. Teimum hevði Zeljko Jotic eisini nógvar av, men hann megnaðí einki at gera, tá Jóan Pauli Joensen eftirfylgjandi økti í 29-27, og so var sloppið hjá KÍF. Teir kundu enn einaferð fegnast um tvey stig, og nú eru hesi vorðin ellivu ítali. Tað er tvey fleiri enn H71 og StÍF og fjórða plássinum, og bara eitt minni enn Kyndil á øðrum plássi!

Fakta um dystin
Neistin-KÍF 27-29 (14-14)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 8(1), Ólavur Brimnes 6, Damir Oros 4, Áki Mørk 3, Helgi Michelsen 2, Róar Dalsgarð 2, Tróndur Kragesteen 2
KÍF: Regin Petersen 7(3), Jóan Pauli Olsen 6, Arnbjørn Hansen 4, Gert Joensen 3, Rógvi Weihe 3, Petur Martin Poulsen 3, Eddie H. Joensen 2(1), Mirko Milenkvic 1
Brotskøst: Neistin 3, KÍF 5
Útvísingar: Neistin 3, KÍF 3
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen. Høvdu eina trupla uppgávu, har teir í væl kundu lagt eina harðari linju.