Hóvligi og semjusøkjandi flokkurin

Breiðar semjur, hóvligur sjálvstýrispolitikkur og realpolitiskur framferðarháttur. Hetta eyðkendi valskrá Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið, sum á tíðindafundi hósdagin varð løgd fram

Við slagorðunum "vit mynda nýggju Føroyar" setti Javnaðarflokkurin hol á fólkatingsvaldystin. Flestu valevnini sótu til borðs niðri í Losjuni í Havn, og tað trýtur ikki við profilum á listanum.

Sjálvstýrið
Heilt náttúrligt snýr fólkatingsvaldysturin seg í stóran mun um ríkisrættarligu støðuna millum Føroyar og Danmark, og tíðindafundurin hósdagin var einki undantak.
Í síni framløgu setti løgmaður og floksformaður Jóannes Eidesgaard hol á framstigini á sjálvstýrisleið, sum henda samgongan hevur slóðað fyri, og hann legði dent á, at tað, sum fullveldissamgongan frá 1998-2004 ikki megnaði á ríkisrættarliga økinum, hevur Javnaðarflokkurin megnað nú.
- Lopini eru møguliga ikki so stór, men tey eru nógv og smá, segði løgmaður og legði afturat, at við einum semjusøkjandi og realpolitiskum framferðarhátti verða nógv úrslit og nógvar semjur náddar í mun til konfronterandi fullveldispolitikkin. Hann sipaði m.a. til samráðingarnar um uttanríkispolitiskar heimildi, sum onnur hava skírt fyri eitt stórt afturstig, stjórnarlógina og samtyktina um verju- og trygdarpolitikk, sum hann metti vera eitt markant uttanríksipolitiskt frambrot fyri Føroyar.
Síðani fór løgmaður at tosa um sjálvan ríkisfelagsskapin, og aftur varð orðalagi merkt av pragmatiskum politikki og millumloysnum.
- Tað snýr seg ikki um loysing ella samband, tað snýr seg um at bera semjuna landanna millum víðari og koma til nýggj úrslit, segði løgmaður.

Altjóða luttøka
Hóast sjálvstýrismálið var tað berandi á tíðindafundinum, tók løgmaður eisini upp møguleikar fyri limaskapi í Norðurlandaráðnum og einum tættari ES-samstarvi, hóast hetta ikki nýtist at merkja beinleiðis limaskap.
- Okkara oyggjar liggja isoleraðar í Norðuratlantshavi, og tí er tað týdningarmikið, at vit lata okkum upp í staðin fyri at grava okkum niður og isolera okkum sum tjóð. Vit verða noydd at taka lut í altjóða samstarvi, t.d. við ES-avtalum á handilsøkinum, hóast hetta als ikki merkir limaskapur.
Hann sipaði t.d. til Áland, sum uttan limaskap hevur fingið avtalur í lag við ES, og so sipaði hann til grannan Ísland, sum orsakað av opinleika og virknari altjóða luttøku fýkur framvið oyrunum á okkum.

Samstarv á Christiansborg
Aftaná hugleiðingar um uttanríkispolitisku støðuna fór Jóannes yvir til ítøkiliga virksemi á Christiansborg. Floksformaðurin legði dent á, at flokkurin stuðlar hugskotinum um ein Norðuratlantsbólk, hóast innihaldsliga samstarvið við grønlendingar helst verður justerað, men hann legði samstundis dent á, at eitt javnaðarumboð á Christiansborg ikki fer at alliera seg við nakran einstakan flokk.
- Eg havi fyrr verið leysgangari á fólkatingi, og vit meta tað vera ein fyrimunur ikki at binda seg til ein einstakan flokk. Heldur vilja vit varðveita frælsi og rásarúm uttan nakrar bindingar og avmarkingar, segði Jóannes. Løgmaður gjørdi greitt, at tað avgerandi er, hvat hvør danskur politikari hevur at bjóða føroyingum.

Hóvligi flokkurin
Sum flest allar aðrar valskráir og valagitatión var tíðindafundurin sjálvsagt eisini merktur av banalum valretorikki við slagorðum um menning, loysnir, úrslit, framburð og nýhugsan, sum onkursvegna hoyrir við til eitt valstríð, hóst eitt og hvørt hugsandi menniskja kann taka undir við hesum uttan mun til politiska sannføring.
Men taktikkurin til komandi val er ikki at fara skeivur av. Javnaðarflokkurin marknaðarførir og profilerar seg sum ein semjusøkjandi, kompromiskendan og realpolitiskan flokk, og konseptið er heilt greitt at sementera eitt hóvligt "image" í sjálvstýrispolitiskum høpi, nú valdysturin um heitu fólkatingssessirnar á Christiansborg í í stóran mun fer at snúgva seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.