Navn: Andreas
Aldur: 21
Bústaður: Svøríki
Starv á FISK 2006: Leikstjóri
- Vit hava skapað ótrúliga nógv hesar dagarnar, vit hava verið á FISK 2006. Lærararnir, útgerðin og hølini eru framúr, og eg havi ment meg á ymiskar hættir.
- Fisk 2006 er eitt gott forum at hittast í hjá ungum úr øllum Norðurlondunum. Vónandi verður skúlin á hvørjum ári. Føroyar eru eitt eksotiskt stað til ein filmsskúla, og hesin skúlin kann lættliga gerast ein tann besti í Norðurlondunum.
- Eg meldaði meg til filmsskúlan, tí eg sá, at lærararnir vóru sera professjonellir. Ein tann besti klipparin í Danmark Anders Villadsen er lærari hjá okkum, og tað er einastandandi.
--
Navn: Maarit
Aldur: 17
Bústaður: Finnland
Starv á FISK 2006: Ljóðfólk
- FISK 2006 er ein vælskipaður filmsskúli. Eg helt, eg skuldi búgva á einum vallaraheimið, men bústaðurin hjá okkum hevur tikið meg á bóli. Vit búgva á Háskúlanum, hava eitt kamar hvør og atmosferan er framúr. Alt, vit hava brúk fyri, hava vit fingið.
- Tímatalvan er nokk so strævin. Vit arbeiða alla tíðina og fáa nógv burturúr. Men hóast vit hava nógv at gera, hugna vit okkum saman.
- Eg havi fingið nógvar góðar vinir, meðan eg havi verið her. Her eru nógv fitt fólk, og øll royna í øllum førum at dáma hvønn annan. Tað noyðast vit, tí vit eru saman 24 tímar um samdøgrið. Men tíbetur eri eg komin í ein góðan bólk.
- Tá eg fekk seinastu tímatalvuna, var eg um at gráta, tí vit hava bert fáar dagar eftir. Eg fari at leingjast eftir mínum nýggju vinum.
--
Navn: Tórður
Aldur: 23
Bústaður: Føroyar, Tórshavn
Starv á FISK 2006: Myndamaður
- Eg eri glaður um, at eg havi hitt so nógv fitt fólk hesar dagarnar. Knýtt vinabond við bæði útlendingar og føroyingar.
- Eg ætli mær at arbeiða víðari innan filmsvinnuna, hóast filmsskúlin endar komandi vikuskiftið.
- Hóast eg eri myndamaður, hevur tað serliga verið stuttligt at gjørt »soundtrack«. Eg og Andreas (leikstjórin í bólkinum, blaðm.) gjørdu eitt lag, og so spældi eg gittara til filmin hjá okkum.
- Tað einasta, eg havi at finnast at við filmsskúlanum, er vantandi frítíð. Eg kundi eitt nú væl hugsað mær at havt tíð til at farið og keypt ella okkurt. Men tað er sjálvandi ein meining við strævnu tímatalvuni. Vit uppliva eitt intenst huglag, sum eisini er í veruliga lívinum, tá ein arbeiðir við filmi.
--
Navn: Franklin
Aldur: 19
Bústaður: Føroyar, Klaksvík
Starv á FISK 2006: Framleiðslustjóri
- Eg eri øgiliga glaður um, at vinnan og sjónleikaáhugað sjálvboðin hjálpa til við FISK 2006.
- FISK 2006 hevur verið ein framúr góð uppliving. Vónandi verður skúlin ein fastur táttur í Føroyum á hvørjum ári.
- Vit hava eina sera stramma tíðarætlan. Tað er bæði stuttligt og stressandi í einum. Men higartil hevur alt gingið eftir ætlan.
--
Navn: Turpin
Aldur: 26
Bústaður: Føroyar, Tórshavn
Starv á FISK 2006: Klippari
- Arbeiðsdagarnir eru langir á FISK 2006. Vit verða vakt hvønn morgun klokkan átta óansæð, um tað er vikuskiftið ella gerandisdagur.
- Eg havi hitt nógv spennandi fólk á FISK 2006. Øll fáa møguleika at byggja brýr millum Norðurlondini. Hetta er ein upplagdur møguleiki at víðka um sítt net.
- Eg kann einans mæla øllum til at fara á henda filmsskúlan næsta ár, um hann altso verður tá. Hetta er ein tann mest spennandi verkætlanin, eg havi verið við í.