oman á Sandinum til eina frálíka framførslu frá høvuðsmanninum og hansara bólki. Við framførsluni varð festivalurin av álvara skotin í gongd, og festivalgestirnir kunnu gleða seg til fleiri spennandi framførslur [...] framføra á stóra palli klokkan 23. Um midnátt byrjar stóra kvøldið á Grundini, tá fyrst Gluteus Maximus diskar, áðrenn Kant og Brynjolftur taka yvir. [...] Tað hevur verið nakað kalt í veðrinum í dag, og hevur tað havt sína ávirkan á talið av vitjanum. Fram til sjey tíðina í dag mundi tað verið færri fólk enn somu tíð í gjár, men tað broyttist so líðandi
vunnið bæði ungdómssteypagullheiðursmerkini. Fyrst vunnu gentur 14 og nú eisini gentur 16. Fyrsta sett var javnt og liðini fylgdust upp til 17-17. So fór TB framum og endaði við at vinna settið 25-19. Í øðrum [...] øðrum setti var søgan ein onnur. TB steyk avstað og vann átta teir fyrstu bóltarnar. Áðrenn SÍ fekk fótað sær, so var 12-3. TB vann annað sett 25-14. TB er steypavinnari hjá gentum 14. Steypafinalurnar í
tali uttanfyri. Í morgin verða Vilhjálmur Gregoriussen og Hans Mortensen verða jarðaðir ávikavist úr Havnar Kirkju og Argja kirkju fríggjadagin og leygardagin. [...] fer at merkja Ólavsøkuna í ár. Fyrst boðaði Róðrarsamband Føroya frá, at manningarnar vórðu bidnar um at rógva við svørtum syrgibindi. Nú hava tey, sum hava at ganga og ríða í skrúðgongu oman á Vaglið
klokkan 13. Pinkur, smágentur og gentur kappast fyrst, umleið klokkan 15.45 verður ein steðgur á 15 minuttir. Hildið verður síðani fram við kappingini hjá kvinnuunglingunum og kvinnunum. Væntandi verður kappingin [...] kappingini fylgja við til FM, og út frá samanlagda úrtslitinum verður FM vinnarin funnin. Tað verða 27 lið við til kappingina: Flog 3 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 7 lið og HF 10 lið.
Teir fiska stinglaks og annan djúpvatnsfisk. Onkur djúpvatnstrolari loysir væntandi í næstum. - Tríggir trolbátar fiska havtasku eystan fyri, og teir koma helst inn at landa fyrst í næstu viku. Helst fer [...] Í dag eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Nøkur pør, sum liggja, fara út aftur í næstum. - Fiskiskapurin eftir upsa er heldur frægari nú, vita tey [...] fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. - Tvey garnaskip koma helst inn at landa mánadagin, og tað triðja skipið kemur væntandi síðst í næstu viku, verður lagt aftrat. ##med2##
ungum og røskum monnum. Serliga í seinnu hálvu hevur talan verið um eitt ungt lið. Ólavur Mikkelsen, sum er 28 ára gamal, er av Strondum, og hevur brúkt alt sítt fótbóltslív á Skála, fyrst sum spælari [...] spælari, og seinnu árini sum venjari. Jóhan Petur Poulsen hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi, men hann tók við sum venjari hjá besta liðnum í heyst. Síðani hevur Svenn Olsen verið venjari [...] venjari og ført næstbesta liðið á mál.
tað verður bara í nakrar dagar í hesum umfari. Høgni Hoydal, tingmaður, og formaður floksins, hevur verið í farloyvi í eina tíð og tað heldur hann fram við. Fyrsti varalimur er Páll á Reynatúgvu, sum fekk [...] er Ingolf Olsen, sum fekk 248 atkvøður, og hann hevur havt sæti í tingi í nakrar dagar, men hann hevur boðað frá, at hann fær ikki møtt aftur á tingi fyrr enn fyrst í mai. Triði varamaður er Tórbjørn Jacobsen [...] Jacobsen, sum fekk 218 atkvøður á seinasta vali, og sostatt hevur hann nú tikið sæti á tingi.
Kekkiska manslandsliðið í hondbólti var fyrst í hesum árinum ein túr í Føroyum og vendi. EM-undankappingardysturin móti Føroyum í høllini á Hálsi í Havn farna mikukvøld bleiv av ongum tí átta spælarar [...] ávirkar innleiðandi bólk G, ið nú verður mannaður við Egyptalandi, Svøríki, Chile og ætlandi Norðurmakedonia. Egyptaland og Chile spæla HM-setanardyst í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo í morgin klokkan 17 [...] sóttarhaldi nú orsaka av Korona-smittu, at kekkiska hondbóltssambandið hevur blakað handklæðið í ringin, og hevur tikið avgerð um at melda avboð til HM í manshondbólti, ið byrjar í Egyptalandi í morgin. Á t
oljuprísir og svensku krónuni, sum er lægri enn vanligt. Umleið 370.000 ferðandi rakt av verkfallinum, sum var síðst í apríl og fyrst í mai. Flogskipararnir kravdu betri arbeiðumstøður, og tað skuldu ganga [...] ska flogfelagnum SAS í verkfall, sum merkti, at umleið 4.000 fráferðir vórðu avlýstar - eisini til og úr Føroyum. Í dag hevur SAS almannakunngjørt roknskapin fyri seinna kvartal av árinum 2018/19. Sambært
lærarar, starvsfólk og umboð fyri skúlastýrið og Nes kommunu vóru boðin við til móttøkuna. Heimasíðan hjá Tofta skúla skrivar, at løtan byrjaði við góðum felagssangi. Síðan vórðu heilsanir og nógv góðynski borin [...] fyrsti almenni arbeiðsdagurin hjá Duritu Jakobsen, sum er nýggjur skúlastjóri í Tofta skúla. Tað var fyrst í desember í fjør, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setti Duritu Jakobsen í starvið frá 1. januar [...] forkvinnu í skúlastýrinum. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, Olaf Magnussen, varaskúlastjóri og Marita Dalsgaard, fráfarin skúlastjóri, søgdu eisini nøkur orð. - Móttøkan endaði við felagssangi.