Kekkiska manslandsliðið í hondbólti var fyrst í hesum árinum ein túr í Føroyum og vendi. EM-undankappingardysturin móti Føroyum í høllini á Hálsi í Havn farna mikukvøld bleiv av ongum tí átta spælarar hjá Kekkia høvdu fingið staðfest Korona.
Liðið hevur so nógvar spælarar í sóttarhaldi nú orsaka av Korona-smittu, at kekkiska hondbóltssambandið hevur blakað handklæðið í ringin, og hevur tikið avgerð um at melda avboð til HM í manshondbólti, ið byrjar í Egyptalandi í morgin.
Á tíðindafundi hjá kekkiska hondbóltssambandinum fyrr í dag var róð uppundir, at Norðurmakedonia sum var eitt pláss aftanfyri Kekkia í HM-undankappingini fer at yvirtaka plássið hjá Kekkia.
Hetta ávirkar innleiðandi bólk G, ið nú verður mannaður við Egyptalandi, Svøríki, Chile og ætlandi Norðurmakedonia.
Egyptaland og Chile spæla HM-setanardyst í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo í morgin klokkan 17.