Lið úr fjórðbestu deildini sendi Hillerød úr steypakappingini

Poul Kallsberg og liðfelagarnir vóru offur fyri einari stórari sensasjón

Savnsmynd: FSF

Í kvøld høvdu Poul Kallsberg og liðfelagarnir í Hillerød, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ein gyltan møguleika at vinna seg í áttandapartsfinalurnar í donsku steypakappingini.

 

Hillerød hevði dyst á útivølli móti Vanløse úr fjórðbestu deildini, og hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum. 

 

Men tað var Vanløse sum framdi sensasjónina, og teir sendu Hillerød úr steypakappingini við einum 2-1 sigri aftaná longda leiktíð.

 

Poul og liðfelagarnir komu afturum longu í fimta minutti, og ikki fyrrenn í 87. minutti javnaði Solomon Opoku fyri Hillerød til støðuna 1-1. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat hevði Hillerød hepnið við sær, tá Oscar Vejle Petersen hjá heimaliðnum brendi eitt brotsspark. Í longdu leiktíðini fekk Oscar Vejle Petersen tó hevnd, tá hann skoraði sigursmálið til 2-1. 

 

Leygardagin klokkan 12 hevur Hillerød dyst á heimavølli í næstbestu deildini. Tá kemur AB á vitjan.

 

Savnsmynd: FSF