Upsafiskiskapurin heldur frægari nú

Tríggir trolbátar fiska havtasku eystan fyri, og teir koma helst inn at landa fyrst í næstu viku.

 

 

Í dag eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Nøkur pør, sum liggja, fara út aftur í næstum.

- Fiskiskapurin eftir upsa er heldur frægari nú, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Tað er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap í løtuni. Teir fiska stinglaks og annan djúpvatnsfisk. Onkur djúpvatnstrolari loysir væntandi í næstum.

- Tríggir trolbátar fiska havtasku eystan fyri, og teir koma helst inn at landa fyrst í næstu viku. Helst fer onkur trolbátur út um vikuskiftið.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur.

- Tvey garnaskip koma helst inn at landa mánadagin, og tað triðja skipið kemur væntandi síðst í næstu viku, verður lagt aftrat.

##med2##