Víkingur hevur í kvøld gjørt tvey ára sáttmála við Ólav Mikkelsen, um at verða partur av venjaratoyminum í felagnum. Umframt at verða ein partur av ungdómsvenjaratoyminum, kemur Ólavur Mikkelsen at hava ábyrgd av 1. deild hjá monnum, boðar felagið frá í dag.
Víkingur hevur í ár vunnið 1.deild við eini blanding av ungum og røskum monnum. Serliga í seinnu hálvu hevur talan verið um eitt ungt lið. Ólavur Mikkelsen, sum er 28 ára gamal, er av Strondum, og hevur brúkt alt sítt fótbóltslív á Skála, fyrst sum spælari, og seinnu árini sum venjari.
Jóhan Petur Poulsen hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi, men hann tók við sum venjari hjá besta liðnum í heyst. Síðani hevur Svenn Olsen verið venjari og ført næstbesta liðið á mál.











