Genturnar hjá TB hava vunnið bæði ungdómssteypagullheiðursmerkini. Fyrst vunnu gentur 14 og nú eisini gentur 16.
Fyrsta sett var javnt og liðini fylgdust upp til 17-17. So fór TB framum og endaði við at vinna settið 25-19. Í øðrum setti var søgan ein onnur. TB steyk avstað og vann átta teir fyrstu bóltarnar. Áðrenn SÍ fekk fótað sær, so var 12-3.
TB vann annað sett 25-14. TB er steypavinnari hjá gentum 14.
Steypafinalurnar í flogbólti hjá teimum yngru:
Gentur 14: TB - SÍ 2-0(25-17, 26-24)
Dreingir 14: SÍ – Fleyr 2-1 (25-17, 17-25, 15-12)
Gentur 16: SÍ – TB 0-2 (19-25, 14-25)
Dreingir 16: SÍ – Fleyr
Kvinnuunglingar: TB – Dráttur
Mansunglingar: ÍF – SÍ










