Leygardagin verður FM-undankapping í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Kappingin byrjar klokkan 13. Pinkur, smágentur og gentur kappast fyrst, umleið klokkan 15.45 verður ein steðgur á 15 minuttir. Hildið verður síðani fram við kappingini hjá kvinnuunglingunum og kvinnunum. Væntandi verður kappingin liðug umleið klokkan 17.15.
Sum nakað nýtt hevur FFS avgjørt at royna ein nýggjan leist í ár. Tað verður eingin B-kapping, men ein FM kvalifisering, har øll liðini luttaka á jøvnum føti.
Fýra tey bestu liðini í hvørjum bólki koma víðari til FM, sum verður 10. mai í høllini á Hálsi.
Stigini frá innleiðandi kappingini fylgja við til FM, og út frá samanlagda úrtslitinum verður FM vinnarin funnin.
Tað verða 27 lið við til kappingina: Flog 3 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 7 lið og HF 10 lið.