Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, hevur nú aftur tikið sæti á tingi – men tað verður bara í nakrar dagar í hesum umfari.
Høgni Hoydal, tingmaður, og formaður floksins, hevur verið í farloyvi í eina tíð og tað heldur hann fram við. Fyrsti varalimur er Páll á Reynatúgvu, sum fekk 252 atkvøður, men hann er longu á tingi fyri Kristinu Háfoss, sum hevur tikið við starvi í Keypmannahavn sum stjóri í Norðurlandaráðnum.
Annar varalimur er Ingolf Olsen, sum fekk 248 atkvøður, og hann hevur havt sæti í tingi í nakrar dagar, men hann hevur boðað frá, at hann fær ikki møtt aftur á tingi fyrr enn fyrst í mai.
Triði varamaður er Tórbjørn Jacobsen, sum fekk 218 atkvøður á seinasta vali, og sostatt hevur hann nú tikið sæti á tingi.