átaka sær at gjalda fyri raksturin so verða tvey fólk sett at arbeiða í kaffistovuni. ? So kann hugsast, at hon til dømis fer at hava opið frá klokkan 19-24, sigur Kristian. ? Men, skundar hann sær at leggja [...] tað at gera. Vit hava staðfest at tørvur er á einum slíkum høli, og tað rokni eg eisini við at tey á Heilbrigdi eru samd við okkum í. ? Teir størstu rúsevnistrupulleikarnir eru í høvuðsstaðnum, og eg rokni [...] Lindenskov. Annars heldur hon tað verða eitt frálíkt hugskot, sum Blái Krossur her kemur við. Hon sigur samstundis, at eftir hennara meting áttu landsmyndugleikarnir at hjálpt við at fíggja eitt tílíkt tiltak
dyst í fjør, men eru nú við aftur við teirra royndum og rutinu, sum eg vóni kann geva liðnum nakað, sigur landsliðsvenjarin og viðgongur, at hansara uppgáva er hugaligari nú enn hon hevur verið í longri tíð [...] framvegis óvissa, um dysturin móti Ukreina skuldi spælast ella ikki. – Tað sigur seg sjálvt, at tað hevur órógvað fyrireikingarnar. Áðrenn vit savnaðust var tað óvist við vøllinum og tað var tað til í kvøld [...] landsliðsvenjari. Nú er so avgjørt, at dysturin skal spælast. Vøllurin er vátur, bleytur, tungur, og tá liðini hava vant á honum áðrenn dystin skal roknast við, at vøllurin helst verður óslættur eisini
Kappingin í toppinum verður jøvn og spennandi, og eg rokni við, at vit koma at kappast við B36, KÍ og so kanska Skála og EB/Streym. Tað verður nógv tosað um, at NSÍ skal vera so gott, men tað hava vit hoyrt [...] og fyri meg ræður tað fyrst og fremst um at spæla væl í HB. Mítt fremsta mál er at vinna okkurt við HB, men eg vóni, at eg kann koma inn í landsliðshópin umvegis avrikini á HB-liðnum, sigur hann. Janus [...] liðformaður, og tað verður ein stór uppgáva hjá mær at taka við eftir hann. Men eg eri fegin um, at venjarin hevur valt meg til liðformann, og eg ætli mær at gera mítt besta, sigur Janus. Mín uppgáva á liðnum
formenninar í flokkunum á tingið um at taka málið uppaftur, sigur Bjørt Samuelsen. Hon sigur, at tey skulu taka støðu til, um nýggj serfrøðinganevnd skal setast at arbeiða við málinum, ella um uppskotið frá [...] tey kunnu fara frá við fullari pensjón, tá tey eru 60 ár. Fyri at upptjena fulla pensjón, skulu tingfólk bara hava sitið á tingið í 16 ár. Meðan onnur fólk brúka 37 ár til at vinna sær hesi rættindi. Hjá [...] sigur hon, og vísir á tað arbeiði, sum Páll á Reynatúgvu gjørdi í sínari formanstíð. – Tað var lagt fyri tingið og fór í nevnd, men tað arbeiðið bleiv ikki liðugt. ##med2## – Eg fari at tosa við allar
hampiliga lætt at koma til og frá við verandi ferðasambandi. Samstarvið er longu byrjað við sínámillum kunning, og vit eiga sjálvsagt at halda áfram við hesum. Nú sjónvarpslið er komið higar at gera eina [...] fer uttan iva fer at vera ein góð reklama fyri Føroyar í Bretlandi. Mikumorgunin vóru sjónvarpsfólkini í Tinganesi. Ørindini vóru tey sjáldsomu at vísa løgmanni skotskan dans. Við sær høvdu tey nevniliga [...] Isle of Skye eina serliga gávu til løgmann. Hetta vóru talvfólk við eini serligari søgu. Hon er tann, at á oynni Lewis hendi tað í 1831, at aftaná nógv brim kom ein merkiligur bygningur undan sandinum
HMR ikki óvantað, at hetta er ikki teirra ábyrgdarøki. Hetta skal eg koma aftur til. HMR vil tó umhugsa at venda sær til landslæknan um málið. Tað er í grundini undanførsla og møsn, at Tummas ikki fyrr [...] trilvandi tala at um bæði viðurskifti. Viðvíkandi kjakinum um trý sjúkrahús ella ikki fari eg at heita á miðlafólk og luttakarar annars at viðgera sjúkrahúsini hvør sær. Serliga eigur ein ikki at greipa Suðuroyar [...] hevði ein so roknað við, at hann tók upp við Heilsumálaráðið, so møguligar skeivar mannagongdir kundu rættast. Slík viðurskifti hava ikki bert almennan, men serliga heilsufakligan áhuga. Eg havi tí biðið H
líka til tín doyggjandi dag, har tú segði við sonin, tá hann segði at tú møguliga skuldi sova á sjúkrahúsinum eina nátt, ikki talan um, so halda tey bara, at eg eri sjúk. Sjálvt um tú hevði verið nógv ár [...] gleddist yvir at sleppa frá at halda hús og gera reint. Øll á heiminum vóru so glað um teg, altíð morgunfrísk og í góðum lag. Likkan hjá tær fylgdi við inn á Ellisheimi. Uttanfyri rútin sat hon so trúgv, klár [...] var MB ella landslið. Eg haldi ikki nakar hoyrdi teg klaga ella missa mælið, sjálvt um børnini vóru ellivu í tali. Tú uppaldi tey, við skemti og slit, til at líta á egna megi og vit. Tann barlast tú gav
so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri. Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar [...] mánaðinum. Men at kalla eingin hevur merkt nakað til, at virkið ikki hevur arbeitt rækjur, verður sagt frá O.C. Joensen. Tey høvdu syrgt fyri, at upparbeiða goymslurnar, áðrenn stongt varð, soleiðis at sølan hevur [...] vera at kalla sterilt. Klárt at eta. Tað er í tí partinum av framleiðsluni, sum er aftan á kókingina, at allar maskinurnar nú eru skiftar út til tað nýggjasta nýggja. Umvælingin og útbyggingin fer at økja
fyrst og fremst var eg sannførdur um, at tað var møguleiki at fáa hetta tal longur upp. Gjøgnum ár og dag havi eg fingist nógv við fótbólt, og eg bæði var og eri sannførdur um, at tað gevur stórar men [...] altavgerandi, at eg kenni tey røttu fólkini, um eg skal vera ein hjálp hjá teimum spælarum, sum eg umboði. Mín uppgáva er fyrst og fremst at skapa møguleikar hjá spælarunum, eitt nú við at fáa fólk hendanvegin [...] hendanvegin at eygleiða leikaran og skipað fyri venjingaruppihaldum og tað kann eg best gera við sjálvur at hava kontaktina við útlendsku feløgini. Men tað er soleiðis at eg kann skapað møguleikan, men tí
áhugavert at lesa smásøgurnar úr millumkrígstíðini, frá tí at Javnaðarflokkurin verður stovnaður og fram til Heimastýrislógina. Har var heilt nógv, eg ikki visti. Til dømis var eg ikki greiður yvir, at Maurentius [...] og er eitt frægd at lesa hóast – ella kanska júst vegna – sín serstaka málburð. Virgar er ikki bangin fyri at brúka talumál, at taka inn fremmandaorð, ið tey fæstu skilja ella ósmæðið at brúka danismur. [...] avbera skemtingarsamt at lesa um jánkasliga ”fyrra Klaksvíksstríðið” í 1938, har Jóannes Patursson nærum spældi sær av við sítt festi vegna álop á embætismenn í funktión. Lítið hjálpti at ein av hesum embætismonnum