Oyri:Gomlu maskinurnar í parti av rækjuverksmiðjuni er koyrdar út, og tað nýggjasta, sum finst á marknaðinum, er komið innaftur. Virkið verður umvælt og nútímansgjørt, og skal standa klárt aftur um mánaðarskiftið.
Síðan rækjuvirkið á Oyri varð bygt í 1986, er eingin størri íløga gjørd fyrr enn nú. Virkið lat aftur seinast í mai mánað. Umvælingararbeiðið byrjaði fyrst í juni og verður væntandi liðugt seinast í hesum mánaðinum.
Men at kalla eingin hevur merkt nakað til, at virkið ikki hevur arbeitt rækjur, verður sagt frá O.C. Joensen. Tey høvdu syrgt fyri, at upparbeiða goymslurnar, áðrenn stongt varð, soleiðis at sølan hevur gingið sum vanligt alla tíðina.
Men tað verður gott at sleppa í gongd aftur nú nakað skjótt, verður sagt, tí nú fer jólasølan at byrja. Og júst um jólini veður mest selt av rækjum.
Eisini fer skeljatíðin at byrja aftur nú um mánaðarskiftið.
Arbeiðið, sum gjørt er á rækjuvirkinum, umfatar niðurtøku av gomlum maskinum. Uppíbygging og uppsetan av nýggjum maskinum.
Partur av íløguni verður gjørdur orsakað av krøvum frá bæði kundum og myndugleikum.
Rækjur er viðbrekin vøra. Tær verða kókaðar, og eftir tað skal alt vera at kalla sterilt. Klárt at eta. Tað er í tí partinum av framleiðsluni, sum er aftan á kókingina, at allar maskinurnar nú eru skiftar út til tað nýggjasta nýggja.
Umvælingin og útbyggingin fer at økja framleiðsluna við umleið 10 tonsum um samdøgurði. Úr 40 upp til 50 tons, verður sagt av Oyri. Arbeit verður í tveimum vaktum á virkinum, og so verður náttin brúkt til vask og annað viðlíkahald.
O.C. Joensen flytir út fyri einar 125 milliónir krónur árliga, verður sagt av virkinum. Tá er talan um bæði rækjur og skeljar.
Tað eru føroyingar, sum hava gjørt mesta arbeiðið í samband við um- og útbyggingina. Tó hava onkrir danskir montørar verið og sett køliskipanina upp. Handverkararnir annars hava verið úr Sundalagnum og Fuglafirði. Og onkrir av arbeiðsmonnunum, sum vanliga arbeiða á virkinum, hava eisini arbeitt hjá handverkarunum hesa tíðina.
Hvussu nógv hendan íløgan kostar, vilja tey ikki siga hjá O.C. Joensen. Uttan bara, at hon kostar nógv.e;ru sær ein bita burturav rivinum og ótu tað rátt.
Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt,
Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri.
Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama.
Men tað royndina máttu teir so gera sær uppá tann harða mátan.
Donald og Graham settu kósina heim aftur ímóti Skotlandi seinasta sunnudag, eitt stórt upplivilsi ríkar, hildu teir.









