Janus skal ganga undan

Janus M. Joensen verður nú rættiliga í miðdeplinum á besta liðnum hjá HB, har hann hevur spælt vinstri bakkur í fleiri ár. Janus er n!ggjur liðformaður á liðnum, og við hesum leikluti fylgir størri ábyrgd. Hann tekur fegin ímóti n!ggju uppgávuni og roknar við, at unga HB-liðið fer at standa seg væl í kappingini í ár

25 ára gamli Janus M. Joensen hevur fingið ein t!ðandi uppgáva á HB-liðnum, sum í ár skal spæla uttan nógvar av profilunum seinnu árini. Rúni Nolsøe hevur nógvu seinnu árini verið liðformaður og drívmegi á HB-liðnum, men nú skulu teir svørtu og reyð havnamenninir klára seg uttan vágbingin í Havn.
N!ggjur liðformaður er Janus M. Joensen, sum í fleiri ár hevur spælt vinstri bakkur á besta liðnum hjá HB.
 Rúni hevur verið ein góður liðformaður, og tað verður ein stór uppgáva hjá mær at taka við eftir hann. Men eg eri fegin um, at venjarin hevur valt meg til liðformann, og eg ætli mær at gera mítt besta, sigur Janus.
 Mín uppgáva á liðnum verður eitt sindur øðrvísi í ár, enn hon hevur verið undanfarin ár, tí nú eri eg liðformaður, og eg skal taka størri ábyrgd á liðnum, men eg síggi tað sum eina spennandi avbjóðing, sigur hann.
 
Ungir mans á veg
Tað er ikki bert liðformannin, sum HB hevur fingið. Fleiri av teimum royndu spælarunum á liðnum eru burtur, og nú skulu aðrir taka við. Spælarar sum Rúni Nolsøe, Hans á Lag, Hallur Danielsen og Jóhannis Joensen eru givnir, og hetta eru spælarar við drúgvum royndum, sum hava roynt at vinna nógv.
Hesir spælarar vóru sentralir í føroyameistaraheitunum hjá HB frá 2002 til 2004.
 Tað er sjálvandi harmiligt at missa allar hasar spælararnar í senn, men maður kemur í mans stað, og nú skulu teir yngru spælararnir veruliga vísa, at dugur er í teimum. Eg ivist ikki í, at liðið verður gott í ár, tí teir ungu spælararnir hava fingið royndir í HB ella øðrum feløgum, og teir roynast væl, sigur Janus M. Joensen.
 Fleiri ungir og spennandi spælarar eru á veg. Summir hava longu spælt nógv á besta liðnum, meðan aðrir hava roynt seg í øðrum feløgum. Páll M. Joensen hevur verið í NSÍ, Ólavur í Ólavsstovu hevur verið í FS Vágum og Emil Leifsson í ÍF. Nú eru teir allir aftur í HB, og teir kunnu rokna við at sleppa at royna seg í ár.
 Eftir at fleiri av teimum meira royndu spælarunum eru givnir, er tað upp til okkum, sum hava spælt við í fleiri ár, at bera liðið víðari.
 
Fara eftir gullinum
N!ggi liðformaðurin í HB ætlar sær ikki at seta lægri mál, enn undanmenninir hjá honum hava gjørt.
 Málið hjá HB er altíð at vinna meistaraheitið og steypakappingini, og tað skulu vit eisini miðja eftir í ár. Eg eri fullvísur í, at vit koma verða við heilt har frammi í toppinum, hóast onkrar broytingar verða á liðnum síðani í fjør, sigur Janus M. Joensen.
 Vit eru væl fyri, nú kappingin byrjar. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og vit hava havt fáar skaðar. N!ggi venjarin er ein tann besti, vit nakrantíð hava havt, og hann hevur koyrt á okkum. Vit hava runnið meira í ár enn seinastu tvey árini, og vit eru í góðum formi.
 Kappingin í toppinum verður jøvn og spennandi, og eg rokni við, at vit koma at kappast við B36, KÍ og so kanska Skála og EB/Streym. Tað verður nógv tosað um, at NSÍ skal vera so gott, men tað hava vit hoyrt oftani fyrr, men teir hava ikki klárað at gjørt seg galdandi. Vit fáa at síggja, um tað verður øðrvísi í ár, sigur Janus M. Joensen.
 
Longri kapping
Í fjør spældu bestu liðini í Føroyum fyri fyrstu ferð eina kapping við 27 dystum. Hetta var eitt royndarár, og fyrsta árið við hesari skipan eydnaðist so væl, at hildið verður fram við henni í ár.
Ein avleiðing av hesum er, at byrjað verður nakað fyrri á árinum, summarferian er nógv stytt, og spælt verður longri út á árið.
 Tað er gott at fáa fleiri dystir, og mær dámar væl n!ggju kappingina. Tað einasta minusið í fjør var, at veðrið var keðiligt til nógvar av teimum seinastu dystunum, men tað er ikki so nógv, vit fáa gjørt við tað.
 Tann n!ggja kappingin vísti seg eisini at gerast sera spennandi, og hon varð ikki avgjørd fyrr enn í seinasta umfarinum. Eg rokni við, at vit fáa ein líka spennandi og tætta kapping í ár, sigur Janus M. Joensen.
 
Landsliðið er eitt mál
Janus M. Joensen er ein av teimum n!ggju spælarunum, sum hava snoddað eitt sindur til landsliðið seinasta árið. Janus var við á venjingarleguni í USA, og hann spælir á einum plássi, har landsliðið ikki hevur funnið tann upplagda spælaran at spæla, síðani Øssur Hansen gavst í sínari tíð.
 Landsliðsvenjarin hevur sagt alment, at Súni Olsen skal flytast av vinstra bakki og longur fram á vøllin, og tað merkir sjálvsagt, at so skal onkur annar spæla vinstri bakkur. Eg havi spælt á hesum plássi á HB-liðnum í nøkur ár, og eitt av mínum málum er sjálvandi at koma á landsliðið, sigur Janus M. Joensen.
 Eg havi verið eitt sindur við á landsliðnum seinastu tíðina, men tað skal ein serliga góður innsatsur til, um tú skalt við á landsliðið, og fyri meg ræður tað fyrst og fremst um at spæla væl í HB. Mítt fremsta mál er at vinna okkurt við HB, men eg vóni, at eg kann koma inn í landsliðshópin umvegis avrikini á HB-liðnum, sigur hann.
Janus M. Joensen hevur ikki enn spælt við í einum altjóða skrásettum landsdysti, men boð kunnu skjótt fara at vera eftir honum, tí hann er ein av best spælandi vinstru bakkunum í landinum, og nú hann fær størri ábyrgd í HB, og vónandi skal vaksa við uppgávuni, gerst landsliðið ein realistiskur møguleiki hjá honum.