Bjørt: Sera góða pensjónskipanin hjá løgtingsfólki skal broytast

Eitt mál sum stendur á listanum hjá nýggju forkvinnuni í Løgtinginum er tann sera góða pensjónsskipanin hjá løgtingsfólki

Løgtingsfólk hava eina ta bestu pensjónsskipanina, sum tú kanst hugsa tær. Tey fáa tænastumannapensjón, og tey kunnu fara frá við fullari pensjón, tá tey eru 60 ár. Fyri at upptjena fulla pensjón, skulu tingfólk bara hava sitið á tingið í 16 ár. Meðan onnur fólk brúka 37 ár til at vinna sær hesi rættindi.

Hjá landsstýrisfólki var skipanin enn betri, tí tey kundu fáa fulla pensjón, tá tey hava sitið í landsstýrinum í átta ár – og tí eru nógvir politikarar, sum hava eina fulla landsstýrispensjón til góðar – og fleiri av teimum, sum nú sita á tingi, kunnu fara frá við pensjón sum 60 ára gomul.

Skipanin hjá landsstýrisfólki varð broytt í 2015 – og tey landsstýrisfólk, sum tóku við eftir valið í 2015 fáa ikki tænastumannapensjón, men fáa eitt pensjónsinngjald upp á 15 prosent, sum tey kunnu gjalda til eina privata pensjónsskipan. Júst sum onnur fólki. Av tí at tey mistu rættin til tænastumannapensjón, fóru tey 30 prosent upp í løn.

Tað lá í kortunum í 2015, at tá Kaj Leo Holm Johannesen hevði lagt lógaruppskotið fram, sum snúði seg um landsstýrisfólk, so skuldi løgtingsformaður gera tað sama fyri tingfólk. Tað bleiv tó ongantíð gjørt.

Tá Páll á Reynatúgvi var løgtingsformaður frá 2015 til 2019 var ein nevnd sett at gera eitt uppskot, sum fór í nevnd, men tað steðgaði har. Jógvan á Lakjuni hevur ikki tikið arbeiðið uppaftur í síni formanstíð. Men soleiðis verður ikki hjá Bjørt Samuelsen.

– Hatta átti alt verið gjørt um eina leið í 2015, sigur hon, og vísir á tað arbeiði, sum Páll á Reynatúgvu gjørdi í sínari formanstíð.

– Tað var lagt fyri tingið og fór í nevnd, men tað arbeiðið bleiv ikki liðugt.

 

##med2##

– Eg fari at tosa við allar formenninar í flokkunum á tingið um at taka málið uppaftur, sigur Bjørt Samuelsen.

Hon sigur, at tey skulu taka støðu til, um nýggj serfrøðinganevnd skal setast at arbeiða við málinum, ella um uppskotið frá 2015 kann brúkast.

Bjørt Samuelsen sigur, at hetta er eitt mál, sum hon avgjørt ætlar at taka uppaftur.

– Hetta er eitt av málunum á listanum hjá mær at taka upp, sigur forkvinnan í Løgtinginum, Bjørt Samuelsen.