Spælarin má sjálvur fylla karmarnar

Tað er bert við at hava so nógvar leikarar sum gjørligt á so høgum støði sum gjørligt, at vit veruliga kunnu fremja eina menning innan føroyskan landsliðsfótbólt, heldur Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður

Fótbóltur

Enn er bara eitt føroyskt virki, sum burtur av virkar í vinnuni, har fótbóltsspælarar verða keypir og seldir. North Atlantic Football Agency við Jákupi í Stórustovu, hevur nú fýra ár á baki, og er ikki frítt, at nakað er hent á økinum. Sjálvur byrjaði Jákup í yrkinum í 1998, tá hann saman við útlendskum umboðsmanni var við til at fáa Julian S. Johnsson til norska Kongsvinger, síðani havur hann fingið flestu av føroysku leikarunum sum hava verið uttanlands sáttmálað.
Tá FIFA-broytti reglugerðina til kravið um góðkendar spælaraumboðsmenn, var Jákup eisini millum teirra, sum stóðu fyrstu royndina.

Vil skapa møguleikar
Við valinum av føroyskum yrkisspælarum í huga, var ikki frítt, at fólk yptu øksl, tá Jákup upprunaliga fór í gongd við virksemið sítt, men sjálvur sigur hann, at hann alla tíðina hevur havt eina trúgv uppá, at hetta er nakað, sum kann bera til. Og at hann hevur stórt álit og tiltrúgv til føroysku leikarnir
- Sjálvandi kanst tú siga, at talið av spælarum er avmarkað her hjá okkum. Men fyrst og fremst var eg sannførdur um, at tað var møguleiki at fáa hetta tal longur upp. Gjøgnum ár og dag havi eg fingist nógv við fótbólt, og eg bæði var og eri sannførdur um, at tað gevur stórar menningarmøguleikar fyri føroyskan fótbólt, um bestu spælarar okkara kunnu sleppa út um landoddarnar at royna seg. Við stødd okkara í huga, vil talið av hesum altíð sveiggjað nakað, men eg vildi mett, at vit í miðal eiga at hava einar 12-14 spælarar uttanlands, tey næstu árini, meðan talið kann økjast enn meira um eini 4-5 ár
- Men tað krevur eitt enn miðvísari arbeiði. Ikki minst er tað nærum eitt krav, at vit fáa eitt U-21 landslið. Her hevur FSF so meldað út, at tað verður arbeitt miðvíst við hesum, men enn er ikki staðfest, hvørt hetta arbeiði ber á mál.
- FSF og feløgini, gera eisini eitt alsamt miðvísari arbeiði fyri at menna ungdómsarbeiðið, og hetta gevur eisini úrslit. Tú kanst bara hyggja at hvussu nógvir ungir leikarar eru í formula og 1. deild. Og saman við hækkandi fakliga støðinum hjá venjarunum, hevur hetta eisini verið viðvirkandi til alsamt betrað úrslit hjá ungdómslandsliðum okkara.
- Tað er umráðandi at samstarvi við tey føroysku feløgini er gott og at tá leikarar fara uttanlanda at venja verður hettar gjørt í tøttum samstarvi við tey.
- Havast skal eisini í huga at flestu leikarnir í dag hava sáttmálað við felag sítt her og kunnu tí ikki frítt fara, tað er umráðandi at føroysku feløgini fáa ágóða av tí miðvísa ungdómsarbeiðinum, tá leikari fer av landinum ,men tað vil altíð vera so at um leikari er sáttmálaleysur hevur hann, eftir ávísum reglum sum so frítt at fara.

Skapar møguleikarnar
At tað tykist so, at aðrir gjarna vilja koma inn á føroyska marknaðin, nú FSF aftur hevur hildi FIFA-próvtøku, tykist hetta ikki vera nakað, sum Jákup vil gera tær stóru viðmerkingarnar til.
- Tað stendur frítt til ein og hvønn at fara upp til próvtøku. Men støddin á okkara landi er ikki serliga stór.
Við hesum sipar Jákup helst til, at tað í sjálvum sær er avmarkað, hvussu nógvar spælarar føroyingar kunnu rokna við at selja til útlendsk feløg.
Og heldur ikki vil hann gera viðmerkingar til, um ein kappingarstøða á lítla føroyska marknaðinum kann bera við sær, at onnur atlit enn tey hjá spælarunum verða tikin framum.
- Hesi fyrstu árini er so nógv tann størsti parturin av mínari orku farin við at skapa mær eitt kontakt-net. Tað er jú altavgerandi, at eg kenni tey røttu fólkini, um eg skal vera ein hjálp hjá teimum spælarum, sum eg umboði. Mín uppgáva er fyrst og fremst at skapa møguleikar hjá spælarunum, eitt nú við at fáa fólk hendanvegin at eygleiða leikaran og skipað fyri venjingaruppihaldum og tað kann eg best gera við sjálvur at hava kontaktina við útlendsku feløgini. Men tað er soleiðis at eg kann skapað møguleikan, men tí ítróttarliga stendur leikarin fyri og so er tað upp til hvørt einstakt felag at meta um leikarin er nakað fyri teir. Vegurin er ikki altíð so stuttur sum mong halda, tað kunnu teir leikarnir, ið hava roynt seg uttanlands, skrivað undir uppá. Tað krevur hart arbeiði og eina stóra trúgv uppá egin evnir.
- Og eg verði ofta spurdur hví er hasin og hasin ikki uttanlands. Tað eru nógv viðurskifti sum spæla inn, men ongin skal yvast í at feløgini í Evropa vita um Føroyar og føroysku leikarnir.
- Tá eg byrjað í ’98, arbeiddi eg saman við útlendskum umboðsmonnum. Men uttan at siga nakað negativt um tað, so var tað ikki altíð, at hesir góvu sær nóg stórar gætur um Føroyar og føroyskar spælarar. Ofta var møguligur peningavinningur tkin framum, og tí valdi eg fara í holt við at skipa mítt egna kontaknet. Tað er sera umráðandi at vit sum vilja føroyska fótbóltinum væl draga somu línu í menningini av fótbóltinum

Menningin er avgerandi
tað hevur verið sjónligt at Jákup hevur góð sambond í Norðunlondum og Evropa sum heild. Eitt nú vóru nógv europisk stórfeløg millum tey vitjandi, tá U-17 NM varð hildið í Føroyum í summar.
Eitt, sum fólk í hesum sambandi ofta hava bitið merki í, er, at tað ofta eru stóru feløgini, sum leita eftir spælarum á slíkum stað. Men er tað ikki eins gott fyri ein ungan spælara at koma til eitt felag, har hann kann fáa møguleikan á besta liðnum, heldur enn at fara til eitt stórfelag, har talan aloftast bert verður um ungdóms- ella eykaliðsfótbólt?
- Er talan um blaðungan spælara, er tað sjálv menningin, sum hevur størsta týdningi, og møguleikin fyri hesum er ikki altíð eins stórur í tí minna felagnum. Tá er krøvini ofta, at tú rættiliga skjótt skalt verða á besta liðnum, og er hetta vil til at økja um trýstið á spælaran. Tá er ofta betri hjá einum ungum spælara at fara til eitt nú Manchester City. Møguleikin at fara til eitt minni felag eftir loknan sáttmála er kortini altíð til staðar.
- Og samstundis skal minnast til, at feløgini ikki gera hetta til stuttleikar. Er tað so, at eitt stórfelag keypir ein føroyskan spælara, so er tað eisini tí, at tey rokna við, at hesin hevur møguleikan at standa seg. Og tað er væl hetta, sum hevur størstan týdningin.