lítil løta gekk áðrenn vindeygað varð latið upp, men tá tað hendi var tað vakthavandi, John sum lat upp. Hann var ikki blíður tá hann hoyrdi at tað var Sosialurin hann tosaði við. - Eg havi einki at siga tær [...] at fáa fatur á upplýsingum um hvat fram var farið, so eydnaðist tað ikki. Løgreglan á staðnum vildi ikki siga nakað, hóast tað var løgreglaumaðurin, sum fyrstur var á staðið, sum Sosialurin tosaði við. Á [...] enn einaferð smekkaði hornið á tá hann hoyrdi, at tað var Sosialurin hann tosaði við. Fyri at vera vísur í, at tað var Sosialurin, sum var trupulleikin, gjørdu vit okkum tann ómak at fara oman á løgreglustøðina
beiggjarnir vuksu upp, var sum vera man tað gamla, føroyska, ið eyðkendi tíðina fyrst í øldini. Pápi Vilhelminu, sum var 22 ár eldri enn mamman, var heimamaður og seyðamaður. Í heiminum var stór tradisjón fyri [...] tá ið eg var níggju ára gomul, og honum plagdi eg at nana og syngja fyri. - Vit hava frá okkara foreldrum fingið ein ómetaliga stóran arv. Hesin sangskatturin kann ikki metast ov høgt. Tað var ikki lisið [...] ørindi. Haðani fingu vit spennandi søgur um risar og trøll, og í kvæðunum er tað jú altíð tað góða sum vinnur á tí illa. Tað er ikki at samanbera kvæðini, vit hoyrdu sum børn, við kvæðini, ið verða kvøðin
røttu upplýsingunum. Men tað liggur í kortunum, at eitt endurgjaldskrav kann koma upp á tal, um tað aftaná vísir seg, at Ekstrablaðið hevur skatt áhugan fyri Robinson-sendingini. -Tað hava gingið nógvar søgur [...] sjónvarpsrásini TV3 stóð við stórum stavum um alla forsíðuna á Ekstrablaðnum, at Robinson-vinnarin var avdúkaður. Inni í blaðnum vóru tvær heilar síður við neyvum frágreiðingum um, hvat fer at henda í finaluni [...] vórðu upptiknar í summar, men tær verða sendar, sum um eingin veit, hvat endaliga úrslitið verður, og tað er eisini ein týðandi partur av virðinum á sendingini. Luttakararnir í Robinson Ekspeditionen hava
hølir. Einki er meiri sjálvsagt enn bygningarnir frá krígnum Uppi á Halsi - beint við Flogvøllin - og tað eru eisini hesar bygningar talan er um at fáa settar í stand til eitt krígssavn. Báðar bygningarnar [...] oman fyri Sandavág, men enn eru ongar avgerðir tiknar í so máta. Lutir Á fundinum fríggjakvøldið var samtykt at setast skal arbeiðsbólkur at kanna alt hetta ymiska og taka samráðingar upp við allar partar [...] vist, um krígsavnið verður í gomlu bygningunum á Hálsi, so verður tó heitt á fólk í Vágum, sum liggja inni við lutum frá krígnum, um at seta seg í samband við Felagskommununa í Vágum.
uttan fyri Havnina, so hví ikki eisini í Havnini? Er tað veruliga soleiðis, at tað ikki loysir seg at skipa fyri tiltøkum fyri tey ungu, ella er tað bara tað at eingin áhugi er at skipa fyri hesum? Royndir [...] fáum árum síðani var rættuliga ofta, at konsertir vóru fyriskipaðar, og minnist meg rætt, so kostaðu atgongumerkini vanliga um 80 kr. Onkuntíð fóru tey kanska upp á 100 kr., men tað var eisini toppurin [...] nevnliga at tað kostar rættuliga nógv at fáa líkinda nøvn henda vegin at spæla, og at tað tískil ikki er gjørligt at selja atgongumerkini so bíliga, sum fleiri kanska vildu havt tey. Tað er kanska skiljandi
Tað kom sera dátt við, tá ið eg fekk boðini at Lütje var deyður, satt at siga dugi eg ikki at fata tað reiðuliga enn, at tað góða menniskja hann var, ikki er millum okkum longur, tað vísti bara tann ovurhonds [...] hann mangan var bæði vátur og illa tuskaður, so minnist eg hvussu blíður altíð hesin stóri og sterki maðurin var við okkum smádreingir, sum spurdu um alt millum himmal og jørð, serliga var tað hestin, vit [...] ovurhonds stóri skari, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað, at Lütje var ikki hvør sum helst. Fyrst eg minnist Lütja, var sum smádrongur, tá hann kom úr Norðradali til Leynar á hestbaki, steðgaði
Eyðfinn ikki var millum okkum longur. Tað var líkasum alt steðgaði upp. Tankarnir leitaðu beinanvegin til familjuna og til tykkum umborð. Tað er óskiljandi hvussu ringt tit mugu hava havt tað. Men Hjalti [...] gongd og fáa tað at glíða. »Tað man nokk fara at ganga«, segði tú mangan, sjálvt um tað sá buldraligt út. Eg fari altíð at minnast teg fyri títt gávumildni. Tú gjørdist altíð glaður tá tað gekst gott hjá [...] Hjalti, Eyðstein og manningin. Tit gjørdu tað tit kundu og meira enn tað. Tað er eitt Guðs undur at vanlukkan ikki gjørdist størri. Eg helt ógvuliga nógv av Pól Eyðfinni. Tú fylti so nógv har tú vart. Altíð
uppí, at tað ger tað munin lættari hjá øllum pørtum at arbeiða, tá ið alt er lagt til rættis. Hann leggur aftur dent á skjótleikan hjá fólkinum og sigur, at tað er meiri sjáldsamt, at skipið er inni longur [...] framgongd. Sum vera man frøir tað reiðararnar, at tað gongur so væl hjá skipum teirra, og til tess at takka manningini, varð skipað fyri móttøku umborð á skipinum tá tað kom í havn. Eini 60-70 fólk vóru [...] við til móttøkuna, og seinni um kvøldið, var øll manningin boðin út til nátturða. Hjá manningini er tað sjálvandi eisini at fegnast um, at væl gongst í hond, tí tað kastar so mikið meira av sær. Upplýsingar
Tað var fult hús bæði mikudagin og hósdagin, tá altjóða oljuheimurin vendi eyguni móti føroyska landgrunninum. Á ráðstevnuni um Føroyar sum komandi olju- og gassleitingarøki vórðu umleið 150 fólk umboðandi [...] bretsku og írsku og linari enn tær norsku. Serliga stórur áhugi var fyri fyrilestrinum hjá Klaus Rasmussen, stjóra og limi í tí nevndini, sum í longri tíð hevur arbeitt undir Oljumálastýrinum við skattaspurningum [...] skattaskipanin sera sámulig, setir lítil krøv, og sjálvt við høgum vinningi, so er tað, sum landið tekur, á leið við tað, sum ein kann rokna við, tá man hevur í huganum, at vinningurin (profits) skal vera
saman. Tað var bara spurningur um, hvussu tað skuldi verða, og hvussu tað skuldi ljóðað, sigur Eyðun Nolsøe. - Sjálvt um tú ikki ætlar tað, so verður tú altíð bundin av, at fløgan skal selja, at tað gerst [...] skal innihalda eitt sindur, tað skal verða eitt sindur av kjøti uppi á, sjálvt um løgini eru løtt, og tað hava vit roynt liva upp til. Tá Eyðun Nolsøe gav út sína solofløga var tað útilokandi við kærleikssangum [...] eginum, har eisini nógvir aðrir føroyingar búgva. Tað eru næstan føroysk viðurskifti sum valda, tí tað er skjótt at renna inn til hvønn annan, um tað so er fyri at fáa sær kaffi ella spæla tónleik. Tosa