Minnið um Lütja Lützen

Tað kom sera dátt við, tá ið eg fekk boðini at Lütje var deyður, satt at siga dugi eg ikki at fata tað reiðuliga enn, at tað góða menniskja hann var, ikki er millum okkum longur, tað vísti bara tann ovurhonds stóri skari, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað, at Lütje var ikki hvør sum helst.

Fyrst eg minnist Lütja, var sum smádrongur, tá hann kom úr Norðradali til Leynar á hestbaki, steðgaði altíð á, at heilsa uppá vinir og kenningar, altíð væl til passar, hóast hann mangan var bæði vátur og illa tuskaður, so minnist eg hvussu blíður altíð hesin stóri og sterki maðurin var við okkum smádreingir, sum spurdu um alt millum himmal og jørð, serliga var tað hestin, vit høvdu størsta áhuga í tá.

Seinri tá ein bleiv vaksin og fekk sær sjálvur ross, kom ein aftur í samband við Lütja. Og tað vil eg siga, at hann hevur mangan verið mær góður í ráðum, tí ross og rossabrúk visti Lütje alt um, ein sera gevandi maður av síni vitan.

Mangan hevur ein sitið væl inni hjá Káru og Lütja, tað eru løtur ein ongantíð gloymir, men bert í dag kann goyma í minninum, nú Lütje er farin, tað er farið so ómetaliga nógv við honum.

Vit eru mong ið drýpa høvur í sorg við tykkum, Káru og børnunum, nú tit hava mist so nógv.

Má Harrin styrkja tykkum og minnist til, fjálgt er at kenna fløvan av hondum ið sleptu.

Við hesum fátæku orðum fari eg at lýsa frið yvir mín góða vin Lütja Lützen.

Zacharias