Løgreglan knallaði hornið á

Tá Sosialurin ringdi triðju ferð, hótti John, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn, blaðmannin við starvinum, um hann ikki helt upp at at ringja um ferðsluóhappi á Sandvíkarhjalla sunnumorgunin

Sveinur Tróndarson


Undir vanligum umstøðum hava fjølmiðlarnir og løgreglan eitt samstarv, sum virkar uttan stórvegis trupulleikar. Hendir eitthvørt, sum løgreglan hevur brúk fyri at greiða fjøldini frá um miðlarnar, so er einki til hindurs fyri samstarvi tann vegin. Somuleiðis er, tá eitt óhapp hendir, so er løgreglan vanliga skjót við upplýsingum um tað sum fram er farið.

Men soleiðis var ikki sunnumorgunin. Eitt ferðsluóhapp hendi inni á Sandvíkarhjalla, beint omanfyri har skjótibreytin fyrr var og hóast Sosialurin royndi at fáa fatur á upplýsingum um hvat fram var farið, so eydnaðist tað ikki.

Løgreglan á staðnum vildi ikki siga nakað, hóast tað var løgreglaumaðurin, sum fyrstur var á staðið, sum Sosialurin tosaði við. Á fryntligan hátt vísti hann til vakthavandi á støðini. og segði, at hann ikki kundi geva nakrar upplýsingar.


Knallaði hornið á

Men á støðini var einki at heinta. Vaktleiðarin, John, segði, at Sosialurin ikki fekk nakrar upplýsingar frá teimum um hvat fram var farið, og so kundi vera líkamikið, um Sosialurin hevði fingið smávegis upplýsingar frammanundan. Og aftaná tað smekkaði hann hornið á ...

Blaðmaðurin hjá Sosialinum lat sær ikki ikki hetta svarið lynda. Vit ringdu upp aftur og bóðu um upplýsingarnar, men tað einasta hann gjørdi var, at hann enn einaferð smekkaði hornið á tá hann hoyrdi, at tað var Sosialurin hann tosaði við.

Fyri at vera vísur í, at tað var Sosialurin, sum var trupulleikin, gjørdu vit okkum tann ómak at fara oman á løgreglustøðina fyri at tosa við vakthavandi um málið. Okkara fatan var, at vóru vit á staðnum, so bar illa til at vera avvísandi, men tað var kortini at fara heilt skeivur í málinum.

Uttanfyri løgreglustøðina er ein klokka, men tað er synd at siga, at hon virkar. Vit royndu nakrar ferðir uttan svar. Hereftir fóru vit inn í garðin og bankaðu á rútin. Ein lítil løta gekk áðrenn vindeygað varð latið upp, men tá tað hendi var tað vakthavandi, John sum lat upp.

Hann var ikki blíður tá hann hoyrdi at tað var Sosialurin hann tosaði við.

- Eg havi einki at siga tær, segði hann og smekkaði vindeygað aftur.


Hótti blaðmannin

Hetta var ikki tað vit høvdu væntað, og tí ringdu vit enn einaferð til løgrelustøðina í Havn fyri at vit hvat var hent uppi á Sandvíkum. Men boðini vit fingu vóru ikki tey vit høvdu væntað.

Tann ið tók telefonina á 311448 stillaði um til vakthavandi, John, og tá hann kom í hornið hótti hann undirritaða.

- Um tú ringir einaferð afturat, so skal eg syrgja fyri, at tú verður sagdur úr starvi á Sosialinum, segði John uppá fyrispurning um hvat var hent uppi á Sandvíkum sunnumorgunin.

Tí bar tað ikki til hjá Sosialinum at fáa uppspurt hvat fram var farið á Sandvíkum, og tí bar tað heldur ikki til hjá Sosialinum at fáa uppspurt hvør tað var, sum var vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn leygarnáttina. Tað einasta vit fingu at vita var, at vit skuldu ringja aftur mánamorgunin.

Sosialurin fer at kanna hvør tað er, sum hevur havt vakt um vikuskiftið, og tað er eingin loyna, at tað verður farið víðari við málinum um hóttanina frá løgregluni mótvegis starvfólkinum á Sosialinum.