Arbeiðsbólkur setast um krígssavn

Felagskommunan í Vágum hevði fund í farnu viku og samtykt er at halda á fram í arbeiðinum at fáa Krígssavn í Vágum

ÓLAVUR Í BEITI


Enn er langt eftir á mál at fáa eitt krígssavn í Vágum, men arbeitt verður av álvara við málinum. Felagskommunan í Vágum hevði fund seinasta fríggjadag, og tá vórðu ymiskar ætlanir viðgjørdar og eisini varð tosað um at fáa settan arbeiðsbólk at kanna alt hetta ymsika í sambandi við at fáa krígssavninum eini brúklig hølir. Einki er meiri sjálvsagt enn bygningarnir frá krígnum Uppi á Halsi - beint við Flogvøllin - og tað eru eisini hesar bygningar talan er um at fáa settar í stand til eitt krígssavn.

Báðar bygningarnar eigur Landsverkfrøðingurin og verða teir eisini nýttir av hesum stovni í dag. Spurningurin er so, hvar Landsverkfrøðingurin skal flyta, um so verður, at ætlanirnar um krígssavn í hesum bygningum gerast veruleiki. Tosað hevur verið um at Landsverkfrøðingurin skal byggja nýggjan bygning í Grótbrotinum oman fyri Sandavág, men enn eru ongar avgerðir tiknar í so máta.


Lutir

Á fundinum fríggjakvøldið var samtykt at setast skal arbeiðsbólkur at kanna alt hetta ymiska og taka samráðingar upp við allar partar, eisini Forngripasavnið, sum hevur mikið av fornlutum frá krígnum. Føroyskt-Bretskt felag átti í síni tíð nógv minnir frá krígnum, sum liggja á Forngripasavninum, og einki hevði verið meiri rímiligt enn at hesir lutir fingu eini hølir, so eftirtíðin fekk meiri innlit í henda part av okkara søgu.

Arkitekta- og ráðleggingarstovan Westtech í Sørvági hevur sett eina skitsu upp av hølunum, sum eisini varð løgd fram á fundinum fríggjakvøldið, so arbeiðið er longu komið nakað ávegis, tó at langt er eftir á mál.

Og tó at einki kann sigast vist, um krígsavnið verður í gomlu bygningunum á Hálsi, so verður tó heitt á fólk í Vágum, sum liggja inni við lutum frá krígnum, um at seta seg í samband við Felagskommununa í Vágum.