Ársins Robinson avdúkaður

Danska Ekstrablaðið avdúkaði í gjár, hvør vinnarin av Robinson kapping í ár er. TV3 er í øðini og hóttir við endurgjaldskravi

(KEYPMANNAHAVN) Ekstrablaðið torir, har onnur tiga.

Hetta slagorð prýðir hvørja einastu forsíðu á danska fyrrapartsblaðnum, og í gjár gav avísin enn eitt dømi um, at hetta eru ikki bara tóm orð.

Dagin eftir næstseinastu Robinson-sendingina hjá sjónvarpsrásini TV3 stóð við stórum stavum um alla forsíðuna á Ekstrablaðnum, at Robinson-vinnarin var avdúkaður. Inni í blaðnum vóru tvær heilar síður við neyvum frágreiðingum um, hvat fer at henda í finaluni, sum verður send mánadagin.

TV3 dylir annars sum mansmorð, hvat úrslitið av kappingini verður. Sendingarnar vórðu upptiknar í summar, men tær verða sendar, sum um eingin veit, hvat endaliga úrslitið verður, og tað er eisini ein týðandi partur av virðinum á sendingini. Luttakararnir í Robinson Ekspeditionen hava skriva undir avtalur, har teir lova at halda tætt víðvíkjandi hendingunum í kappingini.

Donsku fjølmiðlarnir hava roynt at ligið fram við eftir upplýsingum um ein møguligan vinnara, men eingin hevur enn skrivað nakað álítandi um tað, hóast fleiri uppskot hava verið at finna á ymsum internetsíðum.

Ikki fyrr enn Ekstrablaðið i gjár gjørdi nógv burtur úr, at teir hava funnið fram til vinnaran, áðrenn nakar annar hevur gjørt tað.


TV3 hóttir

Sambært Ekstrablaðnum hava journalistar á blaðnum fingið hendur á einum videobandi, sum ikki skuldi koma fram fyrr enn eftir seinastu sendingina. Onkur hevur latið blaðnum hetta band, og á bandinum eru allar upplýsingar um, hvussu finalan spælir av.

Ekstrablaðið greiðir í blaðnum í gjár neyvt frá, hvussu seinasta sendingin fer fram, hvørjari røð luttakararnir verða sendir heim, hvat teir siga, tá teir verða sendir úr kappingini og ikki minst, hvør verður vinnari av kappingini.

TV3 vil ikki vátta ella avsanna upplýsingarnar hjá Ekstrablaðnum, men teir fjala ikki út yvir, at teir eru sera misnøgdir um, at fjølmiðlarnir royna at avdúka vinnaran áðrenn seinastu sendingina.

Talsmaður fyri sjónvarpsrásina sigur, at teir fjølmiðlarnir, sum geva TV3 fíggjarligt tap, mugu standa til svars fyri tí. TV3 fer ikki víðari við málinum fyrr enn eftir seinastu sendingina, tí teir vilja ikki vátta, at Ekstrablaðið hevur fingið fatur á røttu upplýsingunum. Men tað liggur í kortunum, at eitt endurgjaldskrav kann koma upp á tal, um tað aftaná vísir seg, at Ekstrablaðið hevur skatt áhugan fyri Robinson-sendingini.

-Tað hava gingið nógvar søgur um, hvør fór at gerast vinnari í ár, men endaliga úrslitið verður ikki avdúkað fyrr enn mánadagin, sigur Niels Jørgen Langkild frá TV3.

Hann viðgongur tó, at eingin hevur áður havt so nágreiniliga frágreiðing um endaliga úrslitð, sum Ekstrablaðið hevur. Man hann vil ikki vátta ella avsanna upplýsingarnar hjá blaðnum.

Seinasti partur av Robinson Ekspeditionen verður sendur á donsku TV3 rásini mánakvøldið klokkan 19.00.

ek