Orsøkina til hesa óhaldbaru støðu er tann, at myndugleikarnir uttan nakra fráboðan hava strikað avtalu, har musikklærarar, sum ferðast kring landið at undirvísa, fáa tímapening, sum eisini er partur a
Hinvegin hevur nógv verið talað um, at Fróðskaparestrið skal umskipast til eitt veruligt altjóða universitet. Hetta evnið var nógv frammi í valstríðnum og løgdu serstakliga Tjóðveldisflokkurin og Sjál
Hetta er uttan iva skipanini við Føroyum sum eitt valdømi fyri at takka. Vit fegnast um, at fleiri kvinnur nú fara at manna okkara høgtvirda ting. Hetta er bæði rætt og náttúrligt og í tráð við andan
Tað er eingin loyna, at júst hesir báðir eitt nú í búskaparpolitikkinum eru sera samdir og ynskja Fólkaflokkin, har piparið grør. Kanska samansetingin av vinnaraliðnum í spurnarkappingini tí er ein áb
Føroyskur fótbóltur hevur sum kunnugt tikið seg heilt væl fram seinastu árini. Avrikini hava verið stór og hava vakt undran og virðing í altjóða fótbóltsumhvørvinum. Tað er tí av størsta týdningi fyri
Hans Engell, ábyrgdarhavandi stjóri á Ekstrablaðnum og ein av teimum, ið hevur verið nógv frammi í orðaskiftinum í Danmark um fjølmiðlar og teirra framtíð og teirra støðu í samfelagnum sum heild helt
Hjá vanliga føroyinginum eru sethúsini oftani einasta uppsparingin av týdningi, tey eiga. Eitt annað, sum ofta ger seg galdandi í Føroyum er, at fólk kunnu hava rættiliga ójavnar inntøkur gjøgnum lívi
Hinvegin er tað ótrúligt, at ein tinglimur skal koma sær at fara í landstýrismálanevndina við einum máli, um landstýrið skal sleppa at gera eina sktisu og eitt pappmodell. Eisini er tað ótrúligt, at m
Nú kann við fyrsta eygnakast sigast, at hóast hesi málini ikki heilt hoyra saman, so eru tey partur av somu søk: hvussu vit í framtíðini kunnu nøkta vaksandi orkutørvin. Og her kemur komandi oljuleiti
Harafturat hava fakfelagsleiðarar eisini víst á, at løntakaragjøld og brúkaragjøld hækka, samstundis sum tann einskildi arbeiðsmarknaðurin góðtók at gera ein sáttmála uttan at sjálv tímalønin vaks. Hi