Føroyskur fótbóltur hevur sum kunnugt tikið seg heilt væl fram seinastu árini. Avrikini hava verið stór og hava vakt undran og virðing í altjóða fótbóltsumhvørvinum. Tað er tí av størsta týdningi fyri menningina av føroyskum fótbólti, at áhugin í Føroyum verður stimbraður og styrktur. Annað, sum hevur týdning, er at tryggja tilgongd av dugnaligum leikarum. Í hesum sambandi er sera umráðandi at menna áhugan og førleikarnar hjá ungu leikarunum. Eisini er tað av týdningi fyri rekrutteringina av nýggjum ungum leikarum, at týðandi fótbóltshendingar fara fram í Føroyum. Tað er tí eingin ivi um, at vit øll ynskja og vóna, at tað fer at eydnast FSF at fáa NM-kappingina fyri U-17 landslið til Føroyar, og eiga allar góðar kreftir at virka fyri hesum.
FSF hevur áður skipað fyri slíkari kapping í Føroyum. Tað var nevniliga fyri sjey árum síðan, og hetta var ein stórhending, ið økti munandi um fótbóltstáhugan millum ungdómin. Skal føroyskur fótbóltur framvegis verða við í altjóða kappingum og samstundis mennast enn meira, er sjálvsagt neyðugt støðugt at hækka førleikastøðið hjá leikarunum og samstundis er tað av størsta týdningi at tryggja tilgongdina av nýggjum ungum og yngri leikarum. NM-kappingin fyri U-17 landslið fer uttan iva at økja munandi um áhugan millum børn og ung fyri góðum fótbólti. Hetta hevur stóran týdning. Men tað hevur ikki minni týdning, at føroyskir áskoðarar fáa høvi at síggja nakrar spennandi og undirhaldandi fótbóltsdystir. Afturat hesum kemur so týdningurin av tí positivu umrøðu, ið okkara land far í útlendskari pressuni í samband við, at ein slík kapping verður hildin í Føroyum. Alt hetta virkar til tað góða fyri okkum, sum her búleikast.
Sum tað skilst á aðalskrivaranum hjá FSF eru nakrir praktiskir trupulleikar í sambandi við at skipa fyri NM-kappingini fyri U-17 landslið í Føroyum. Vit munnu verða mong sum vóna, at tað skal eydnast FSF at vinna á hesum trupulleikum, so hetta frálíka tilboð ikki gleppur okkum av hondum. Vit ivast ikki í, at FSF, sum er ein vælskipaður og sterkur felagsskapur, fer at megna hesa uppgávu og fara vit at ynskja FSF góða eydnu við hesi uppgávu.
Sosialurin.