Oddagrein· Málspolitikkur heldur enn partapolitikkur

Um góða viku kemur nýggja løgtingið saman.Valúrslitið gjørdi, at ein stórur partur av tingmanningini varð skiftur út. Mest merkisverda broytingin var tann, at kvinnumanningin meira enn tvífaldaðist, úr trimum upp í sjey umboð.

Hetta er uttan iva skipanini við Føroyum sum eitt valdømi fyri at takka. Vit fegnast um, at fleiri kvinnur nú fara at manna okkara høgtvirda ting. Hetta er bæði rætt og náttúrligt og í tráð við andan í demokratiinum. So tillukku til allar kvinnurnar á tingi. Tillukku til løgtingið. Vit ivast heldur onga løtu í, at henda broytingin fer at hava positiva og hepna ávirkan ikki bert á, hvørji mál verða tikin upp og raðfest í tinginum, men eisini á oftani alt ov einvísa og kompromileysa partapolitikkin, sum forðar fyri víðskygni og skilagóðari menning. Vónandi fara vit at síggja nettupp kvinnurnar bróta niður smøl og fastløst floksmørk og slóða fyri, at tað heldur verður farið eftir sakini/málinum enn eftir hvørjum øðrum. Har alt ikki bara verður gjørt upp eftir, hvat gagnar sær og sínum, sínum flokki, síni samgongu osfr. – men heldur heildini.

 

Eingin ivi er um, at økta kvinnumboðanin fer at víðka demokratisku karmarnar og endurnýggja demokratiska grundvøllin. Vónandi fer henda sannroynd eisini at gera, at tað verður størri samstarv millum ymsu flokkarnar og eisini millum samgonguflokkar og andstøðu. Sjálvsagt fer hetta ikki at broyta tann demokratiska veruleika, at ein meiriluti av flokkunum á tingi skal velja eitt landsstýri, sum má og skal hava ein setning at arbeiða eftir.

 

Hinvegin hevði tað verið gott, um garðurin millum tey stýrandi og andstøðu gjørdist lægri, og her fara vit helst sum longu sagt at síggja kvinnuumboðanina gera ein mun. Um somu tíð, sum vit skulu hava virðing fyri teimum demokratisku spælireglunum, so eiga vit alla tíðina at gera alt fyri at gera hesar rúmligar og liðiligar. Føroyskur politikkur hevur verið ov nógv merktur av einum eljustríði millum flokkar, politiskar vengur, persónar, samgongu og andstøðu osfr. Latið málini, innihaldið, telja mest og ikki innpakningin, tvs. persónarnar og flokkarnar.

 

Okkum tørvar tí í avgerandi mun at fáa meiri samstarv og virðing og her eisini konsensus inn í føroyskan politikk, ja sleppa burtur úr sundurlyndinum. Tað er rætt, at ymsar ideologiir, meiningar og flokkar skapa tað neyðuga fjølbroytni og dynamikkin, ið er partur av demokratiinum. Fjølbroytt og livandi orðaskifti við ymiskum meiningum og holdningum er bæði neyðugt og mennandi. Men lat okkum ikki gloyma samstarvið, sum byggir á virðing og áhuga fyri øðrum. Lat okkum eisini fáa tað besta burtur úr - nú nýggja skipanin við einum valdømi skal roynast í verki - tí menniskjansliga løgtingstilfeinginum.

 

Sosialurin