Nú kann við fyrsta eygnakast sigast, at hóast hesi málini ikki heilt hoyra saman, so eru tey partur av somu søk: hvussu vit í framtíðini kunnu nøkta vaksandi orkutørvin. Og her kemur komandi oljuleitingin eisini inn í myndina. Vit eru nevniliga so nógv bundin at oju sum orkukeldu, at stór oljufund á okkara landgrunni kunnu vera við til at venda óhepnu gongdini. Eini gongd, har vit við verandi og komandi høgu oljuprísunum verða uppaftur bundin at innfluttu oljuni. Finna vit okkara egnu olju kemur hon sjálvandi at skapa størri javnvág í roknskapinum, tvs. at vit tá hava eina nýggja inntøkukeldu, sum kann byrgja upp fyri høgu oljuprísunum, sum í løtuni tyngja búskapin alt meira.
Hin parturin av orkuveitingini, viðvarandi orkukeldur so sum vind- og alduorka er hin stóra avbjóðingin. Vit hava brúk fyri at menna slíkar orkukeldur, antin vit finna olju ella ikki. Og her hava vit longu sett skjøtil á, hóast tað eru tey, sum halda, at tað hevur gingið alt ov seint. Nú er at hyggja frameftir og taka viðvarandi orkukeldur í størsta álvara.
Tað er at vóna, at slík ráðstevna kann gera okkum meira medvitandi um ta álvarsligu støðu, sum samfelag okkara er í, tá orkuveiting umræður. Føroyar liggja fremst í øllum heiminum, tá tað snýr seg um at vera bundin at olju. Umleið 94% av allari orkunýtsluni stava frá olju. Tá eru skipini íroknað.
Tí er boðskapurin frá olju- og orkuráðstevnuni greiður: latið okkum finna oljuna og samtíðis eisini menna viðvarandi orkukeldurnar. Tú kanst eisini siga tað soleiðis: finna vit olju so hava vit eisini uppaftur betur ráð til at menna viðvarandi orkukeldur, tvs. at vit her kunnu sláa tvær flugur við eitt. Hví ikki leggja okkum á odda her eisini, nevniliga tá vit hava funnið oljuna at brúka part av teimum inntøkunum til at gera Føroyar til staðið, har viðvarandi orkukeldur fáa hægstu raðfesting.
Hvussu enn gongst við oljuleitingini, so hava vit veruliga brúk fyri at skunda undir útbygging av viðvarandi orkukeldum. Finst eingin olja, so er hetta ikki bert neyðugt, tá verður tað ein avgerandi treyt, skal hesum samfelagnum verða lív lagað við støðugt vaksandi oljuprísunum.
Sosialurin