Oddagrein· Neyðugt at halda samhaldsføstu kósina

Ein av teimum stóru flokkunum, Javnaðarflokkurin, hevði landsfund um vikuskiftið. Undan landsfundinum hevur flokkurin staðið fyri skotum, tí ivamál hava verið um nøkur mál, sum flokkurin annars hevur virkað fyri. Serliga verður hugsað um arbeiðsmarknaðar eftirlønargrunnin, sum vanliga verður kallaður Samhaldsfasti, og spurningin um skattalætta.

Harafturat hava fakfelagsleiðarar eisini víst á, at løntakaragjøld og brúkaragjøld hækka, samstundis sum tann einskildi arbeiðsmarknaðurin góðtók at gera ein sáttmála uttan at sjálv tímalønin vaks. Hinvegin varð gjørdur ein sáttmáli, sum miðaði eftir at økja eftirlønargjøldini. Tí er einki undarligt, at fakfelagsleiðarar gera vart við seg.

Javnaðarflokkurin sleppur tí veruliga at royna seg í einum landsstýri, sum harafturat er mannað við tveimum borgarligum flokkum. Megnar flokkurin at varðveita tann meira samhaldsfasta politikkin, ella knógvar hann undir tí borgarliga trýstinum? Eitt er at gera semjur, eitt annað er, hvat fært tú burtur úr semjuni - av tínum egna politikki.

Sambært landsfundarsamtyktini fegnast landsfundurin um, at tað er eydnast at hækka inn- og útgjald til Samhaldsfasta. Tað er rætt, men tað er ikki nóg gott arbeiði í tilgongdini til fíggjarlógina, tá ivi kann verða sáddur, um skattalættin er ein skattalætti ella bara eitt umbýti av peningi millum land og kommunur. Var ikki talan um skattalætta, var ivasamt um Samhaldsfasti skuldi styrkjast.

Nú endaði tað so við, at Samhaldsfasti, sum er ein góð eftirlønarskipan, og ein góður partur av eini samlaðari eftirlønarloysn, verður styrktur. Tað er at fegnast um. Men næstan í sama andadrátti fáa løntakarar at vita, at barnsburðarskipanin skal leggjast út til arbeiðsmarknaðin at gjalda uttan at arbeiðsmarknaðurin hevur ávirkan á skipanina sum ALS. Hetta er ikki nóg gott, tá áðurnevnda 0-loysn verður havd í huga.

Spurningurin er, um landsstýrið ikki skuldi lurtað eftir arbeiðarafeløgunum, og tikið upp spurningin, um ikki arbeiðsmarknaðurin sjálvur skal taka sær av skipanini og stýra henni, eins og arbeiðsmarknaðurin hevur ábyrgdina av ALS.

Annars kundi Javnaðarflokkurin av røttum fegnast um, at tað er eydnast at fáa uttanríkispolitisku heimdilarlógina og sjálvstýrismálið í tryggari legu. Tað gevur meiri rásarúm at reka veruligan politikk til frama fyri fólkið, sum her býr. Hava avbjóðingarnar verið stórar, síðan flokkurin aftur fekk leiðsluna í landinum, verða tær neyvan minni, nú landsstýrið má fáa fíggjarviðurskifti landsins á beint aftur.

At sita í samgongu saman við tveimum borgarligum flokkum ger, at tú fær bara ein part av tínum politikki ígjøgnum. At sita við landsins leiðslu gevur sjálvsagt møguleikar, men tað krevur eisini størri ábyrgd. Líta vit at úrslitunum fyrru helvt av skeiðnum kann sigast, at ikki minst á heilsu- og eldraøkinum hevur tað eydnast flokkinum at verja og styrkja síni hjartamál.

Sosialurin