Oddagrein· Nei til bústaðarskatt

Samtak gjørdi fyrr í vikuni greitt, at tikið verður ikki undir við bústaðarskatting í Føroyum. Hetta burdi ikki komið óvart á Fíggjarmálaráðharran, sum herfyri í tíðargrein í Sosialinum tók spurningin upp til alment kjak, tó uttan sjálvur at taka støðu fyri ella ímóti bústaðarskatti.

Hjá vanliga føroyinginum eru sethúsini oftani einasta uppsparingin av týdningi, tey eiga. Eitt annað, sum ofta ger seg galdandi í Føroyum er, at fólk kunnu hava rættiliga ójavnar inntøkur gjøgnum lívið. Hetta er serliga galdandi hjá fiskimonnum, sum kunnu hava sera høgar inntøkur í eitt áramál, fyri síðani at fáa eina arbeiðsmannaløn seinni í lívinum, tá teir leggjast uppi, við lítlari ella ongari pensión at dúva uppá útvyir fólkapensiónina. Mangan er inntøkan tá farin í eini útgoldin hús.

 

Tað er mangan ósamsvar millum húsavirðið og húsarhaldsinntøkuna. Tað er soleiðis í Føroyum í mun til í øðrum londum, at nærum allir føroyingar óansæð sosialan status búgva í egnum húsum. Føroyingurin veit, at tá húsini eru goldin, so eigur hann tey. Um hetta ikki verður so i framtíðini, so er minni orsøk hjá láginntøkufamiljum at royna at seta føtur undir egið borð, tá tey allíkavæl kunnu risikera ikki at kunna sita í sínum dreymahúsum, tí at grannahúsini verða seld fyri milliónir.

 

Ein bústaðarskattur, sum skattar virðisøking, vil raka sosialt skeivt í Føroyum. Tann, sum hevur eina høga fasta løn, vil ikki koma so illa frá einum slíkum skatti, men fyri láginntøku familjuna, kann ein slíkur skattur tyngja nógv um.

 

Fyriuttan at tað er skeivt at skatta órealiserað virði, so tykist hugskotið eisini vera illa gjøgnumhugsað. Gamaní verður sagt, at pensionistar verða undantiknir. Hvat við teimum førunum, har ein hjúnaðarfelagi er fólkapensionistur og hin arbeiðir? Hvussu tá húsavirðið fellur. Fær borgarin so pengar aftur frá skattavaldinum?

 

Um tað stendur so illa til, at valið í dag stendur millum almennar sparingar ella bústaðarskatt, so má Fíggjarmálaráðharrin finna spariknívin fram. Hvar er betri at byrja enn á økinum, hann sjálvur varðar av? Eru møguleikar at finna sparingar her, og hvussu við øðrum almennum ráðum og stovnum í Føroyum heldur enn sum so oftani altíð at fara eftir pensionistunum, heimahjálpini, ja teimum veiku og sjúku!

 

At tosa um bústaðarskatt, sum rakar sosialt skeivt í Føroyum, er at styggja fólk burtur í einari tíð, har fólkafráflyting er í ferð við at gerast ein trupulleiki sum er.

 

Um føroyski Javnaðarflokkurin nú fer at tosa um bústaðarskatt í Føroyum, sum bara tiltalar fólki við høgum føstum lønum og góðum pensiónsuppsparingum, so er vandi fyri, at hann endar sum danski Javnaðarflokkurin, sum ikki hevur sitið við stjórnarvaldið seinnu árini m.a. tí, at hann er vorðin ov elitistiskur og tykist hava gloymt, hvat meinigi borgarin heldur.

 

Sosialurin