javnleikin. Torkil fór í langu borg, meðan hin fór í ta stuttu, og tað viðførir vanliga álopsspæl. Men beint sum kríggið varð á markinum bjóðaði Torkil remis, og Carl Eli takkaði. Á øðrum borði vann Haldur S [...] Gutta Petersen á triðja borði. Talvið varð javnt í miðspælinum, men tá Gutta misti sentrumsfinnu varð hann við undirlutan restina av talvinum. Gutti gavst ikki so, tí leingi helt hann á og tað varð ikki [...] Torbjørni og Berhardi Thomsen á odda hava kollfirðingar samlað sær heilt nógv stig saman teir seinastu dystirnar. Hetta vikuskifti vunnu teir 2,5-1,5 móti botnliðnum av Toftum. Á fyrsta borði leiktu fyrrverandi
fjøltáttaðu landsliðsspælararnir heilt skjótt flyta til Reykjavíkar. - Válur hevur sett seg í samband við Jákup í Stórustovu, og tað er hann, sum hevur fingið í lag, at vit skulu til Vál at venja. Sum eg havi skilt [...] spurdist eingin sáttmáli burtur úr. Nýggjar avbjóðingar Henning Jarnskor er 27 ára gamla. Hann hevur verið á besta liðnum hjá GÍ. Vit venja nógv, og vit hava ein góðan venjara, men tá tú hevur verið í sama fó [...] Thorsteinsson hevur síðani 1997 spælt 19 landsdystir, og Henning Jarnskor hevur síðani 1994 verið 33 ferðir á landsliðnum.
fyrrapartin í gjár sótu Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, Eyðun Viderø úr Fólkaflokkinum og Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum og royndu at orða eina kladdu til eitt álit, allir tríggir flokkarnir [...] at eydnast at gera eitt endaligt felags álit millum teir tíggjar flokkarnar. Samgonuflokkarnir høvdu á middegi í gjár enn ikki viðgjørt kladdur sínar til álitið saman við Miðflokkinum, men tó væntaðu teir [...] semjan fingin undir land. Tí tá hevði Javnaðarflokkurin nevniliga megnað at drigið Sambandsflokkin við á sjálvstýriskós. Hesum eru kortini hvørki javnaðarfólk ella sambandsfólk samd við. Men tey vænta kortini
verður at síggja á djórasavninum, er sostatt tann fimti, sum tað ber til at staðfesta, nakrantíð er fiskaður.Hinir fiskarnir eru fiskaðir víða hvar, úr Kyrrahavinum í Atlantshavi. Jákup Reinert á fiskiranns [...] at stoypa ein nágreiniligan eftirlíkning, sum skal sýnast fram á tí nýggja djórasavninum, sum letur upp aftur nú. Djórasavn hevur verið úti á Debesartrøð, í hølunum sum verða nevnt Neystið. Men har er alt [...] Tá ið tað nýggja djórasavnið letur upp á Debesartrøð í Havn um hálvan mei, hevur tað ein lítlan dýrgrip at vísa fólki. Hetta er ein fiskur, sum er so sera sjáldsamur, at tað eru avbera fá djórasøvn, sum
brádliga varð sendir á vøllin. Eddie hevur nevnliga slettis ikki spælt hetta kappingarárið, og einki er at ivast í, at kollfirðingar hava verið sera harmir um hetta. Størsti veikleikin á liðnum hevur alt árið [...] eisini høvdu vónir um eitt gott úrslit, tí eftir at StÍF hevði fingið ta betru byrjanina, fóru teir á heimaliðnum brádliga at gera um seg. Gestirnir royndu eisini sítt, men vanliga kvika og vakra álopsspælið [...] KÍF megnaði at vinna sær eina trý mála leiðslu. Eftir eitt time-out, fingu strandingar tó meira skil á spæl sítt, og seinastu 10 minuttirnar av hálvleikinum fingu teir vent gongdini, soleiðis at tað vóru
skifta skipini út við størri og betri skip spyr Jákup Olsen. Vit mugu koyra á Jákup Olsen heldur tvørturímóti, at tað hevur alstóran týdning, at føroyingar koyra á at fiska svartkjaft. ? Vit hava ikki havt skip [...] ? Og leggja vit ikki doyðin á at fiska meiri svartkjaft, verður tað eisini trupult í framtíðini at krevja nakað serligt av kvotu. Og nettupp tí leggur Jákup Olsen dent á, hvussu stóran týdning tað hevur [...] eg kann ikki hugsa mær, at eg eri tann einasti, sum ikki taki undir við formanninum, sigur Jákup Olsen. Jákup Olsen sigur annars, at málið er ikki viðgjørt í felagnum og tí dugir hann ikki at síggja, hvussu
inn á eftirgróðurin seinnapart á sumri. Tað gevur aftur ónum møguleika at koma betri fyri seg aftur, tá lombini verða tikin frá teimum, vísir Jákup Pauli í Eyðansstovu á. Vit klára tað nokk Jákup Pauli [...] Beint innanvert skúlan á Giljanesi er fjósið hjá Eyðansstovubóndanum, og har standa eisini sethúsini, har vit hitta Jákup Paula í Eyðansstovu. Hann er júst komin aftur av búnaðarstevnu á Hotel Vágum, har hann [...] eitt gott íkast til raksturin, metir hann. Og júst her eru vit inni á onkrum av tí, norðmaðurin Ole Christen Hallesby tosaði um á stevnuni á Hotel Vágum. Nevniliga at hugsa øðrvísi og nýtt innan føroyskan
roynd at seta orð á hesa framtíð, at Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri eini hoyring um oljuríkidømi og samfelagslig árin. Ætlanin er at viðgera, hvørji ítøkilig árin oljuvinnan hevur á føroyska vinnulívið [...] samfelagsligar broytingar, ið fylgja við oljuvinnuni. Á hvønn hátt fer oljuvinnan at ávirka dagliga lívið hjá tí vanliga føroyinginum? Fær oljuvinnan ávirkan á bústaðarmynstrið í Føroyum? Koma lønarligir ójavnar [...] tjak enn vanligt er á pallfundum. Luttakarar eru hesir: Jan Müller, blaðstjóri Sosialurin, Herálvur Joensen, aðalstjóri Oljumálastýrið, Kjartan Hoydal, skrivstovuleiðari NORA, Jákup Pauli Joensen, Heil
Kyndil steypakappingina við sigri á júst Neistanum, so lagt var av sonnum um til ein sera spennandi dyst. Kyndil sat á øllum Fyrstu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakra [...] send móti honum. Fýra mál á rað syrgdu fyri, at munurin minkaði niður í eitt mál, men brádliga fór Kyndil aftur at gera um seg. Tað var tó sum um, at teir als ikki fingu sama glið á spæli, sum teir høvdu í [...] eftir at hann kom inn, at nakrar yvirgongdir vóru at síggja á neistaliðnum. Eisini Ræni Slættanes gjørdi um seg, eftir at hann varð settur á vøllin, og spurningurin er helst, um hann ikki átti at fingið
helst eisini av, at teir á heimaliðnum nú høvdu sett ferðina nakað niður. Seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt sum fyrri, men eftir einar tíggju minuttir, slakað vestmenningar aftur á. Tað er jú aloftast soleiðis [...] puss. Løgdu nógv fyri Frá fyrsta bríkslið varð full ferð sett á, og kollfirðingar vóru neyvan vaknaðir, áðrenn vestmenningar høvdu lagt seg á odda við einum tenniseggi. Eftir hetta megnaðu gestirnir tó at [...] hvussu mótstøðuliðini skulu steðga teimum, men hinvegin kann FM stríðið gerast sera tungt, um lagið á teimum ikki er hitt rætta. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Ingi Olsen 13 (3), Agnar Joensen 7 (1)