Tað er møguleiki fyri, at tveir landsliðsspælarar afturat fara at spæla fótbólt í Íslandi í summar. Henning Jarnskor og Pól Thorsteinsson fara fríggjadagin til Íslands, har teir í eina góðu viku skulu venja við Váli í Reykjavík. Um Válur verður áhugað í at knýta spælararnar til sín, og um semja annars fæst um treytirnar, so er møguleiki fyri at hesir báðir fjøltáttaðu landsliðsspælararnir heilt skjótt flyta til Reykjavíkar.
- Válur hevur sett seg í samband við Jákup í Stórustovu, og tað er hann, sum hevur fingið í lag, at vit skulu til Vál at venja. Sum eg havi skilt tað, so skulu vit vera har yviri í tvey vikuskifti, og eg rokni við, at vit umframt at venja eisini fara at spæla við í onkrum venjingardysti.
Hetta sigur Henning Jarnskor. Síðsta summar var hann ein túr í Íslandi. Tá var hann í ferðalagi við systirsoninum, Súna Olsen. Teir vandu við felagnum hjá Allani Mørkøre, ÍBV, í Vestmannaoyggjunum, men ta ferðina spurdist eingin sáttmáli burtur úr.
Nýggjar avbjóðingar
Henning Jarnskor er 27 ára gamla. Hann hevur verið á besta liðnum hjá GÍ. Vit venja nógv, og vit hava ein góðan venjara, men tá tú hevur verið í sama fótbóltsumhvørvi í so mong ár, so hevði tað ivaleyst verið gott fyri fótbóltsspælið hjá mær at roynt okkurt annað.
Pól Thorsteinsson er 26 ára gamal. Burtursæð frá onkrum skifti, tá hann var í Danmark, so hevði hann altíð spælt við VB, tá hann í 1998 flutti til B36. Fyri stuttum gjørdi vágbingurin í høvuðsstaðnum av, at í ár skuldi hann spæla fótbólt í barndómsfelagnum í Vági. Nú er møguleiki fyri, at tað verðu í Váli í Reykjavík, at Pól Thorsteinsson fer at spæla.
Nýtt lið
Setningurin hjá Váli í Reykjavík verður í ár at endurvinna plássið í bestu deildini. Tað var ein stórur skelkur fyri válsmenn, tá teir í fjør fluttu niður úr bestu deildini, tí fram til seinasta heyst, var Válur einasta felagið í Íslandi, sum altíð hevði spælt í bestu deildini.
Í ár hevur felagið ein jugoslaviskan venjara. Hann hevur tveir eystureuropearar í hópinum, meðan hinir leikararnir allir eru íslendingar. Talan er um ungt fólk, og nú vilja teir so kannað, um tað fer at bera til at fáa tveir føroyingar við drúgvum altjóða royndum at hjálpa sær. Pól Thorsteinsson hevur síðani 1997 spælt 19 landsdystir, og Henning Jarnskor hevur síðani 1994 verið 33 ferðir á landsliðnum.