Oljuríkidømi og samfelagslig árin

Í kvøld klokkan kl. 19.30 verður skipað fyri pallborðsfundi - eini hoyring - í útvarpshøllini undir heitinum ?Oljuríkidømi og samfelagslig árin?. Tað er Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum skipar fyri tiltakinum, sum er alment.

Ikki kann sigast, at oljuvinnan hevur átt nógv pláss í tí almenna orðaskiftinum her heima hesi mongu seinastu árini stórar fyrireikingar hava verið gjørdar til oljuleiting á føroyska landgrunninum.

Hetta heldur eitt av politisku feløgunum í landinum, at nakað eigur at verða gjørt við. Tí skipar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri einum almennum fundi í útvarpshøllini í kvøld um hetta stóra málið.

Í einum kunningarskrivi til fjølmiðlarnar undan fundinum í kvøld verður víst á, at fyri tann vanliga føroyingin er oljuvinnan enn heldur fjald í framtíðarinnar mjørka, og torført er at meta um, hvørjar avleiðingar henda vinna hevur fyri samfelagið og tann einstaka. Vit vita, at nógvur peningur er í hesi vinnuni, og møguliga eru nógv arbeiðispláss eisini. Men vit vita onki um, hvussu eitt møguligt oljuríkidømi fer at broyta tað føroyska samfelagið.

Stóri spurningurin er, halda stigtakararnir til fundin, um vit eru til reiðar at møta hesi oljuvinnuni. Oljufeløgini eru mannað av hørðum vinnulívsfólkum, ið vita, hvat tey vilja. Men vita vit, hvat vit vilja við oljuvinnuni? Er oljuvinnan bert eitt nýtt gullnám, ið nøkur ávís fáa loyvi at troyta? Ella kann eitt møguligt oljuríkidømi vera øllum samfelagnum at gagni verður spurt.

Tað er í eini roynd at seta orð á hesa framtíð, at Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri eini hoyring um oljuríkidømi og samfelagslig árin. Ætlanin er at viðgera, hvørji ítøkilig árin oljuvinnan hevur á føroyska vinnulívið, og hvørji samfelagslig árin ið standast av hesi vinnu.

Fyrireikararnir halda, at lættast er helst at viðgera ?vinnulívspartin?, tí har eru vit komin longst. Føroysk oljufeløg eru stovnað, fleiri útlendsk oljufeløg hava deildir í Føroyum og eitt nýtt aðalstýri er skipað, sum tekur sær av fyrisitingini av oljumálum. Hinvegin er líkt til, at tað helst eru ógvuliga fá, sum hava gjørt sær tankar um hvørjar samfelagsligar broytingar, ið fylgja við oljuvinnuni. Á hvønn hátt fer oljuvinnan at ávirka dagliga lívið hjá tí vanliga føroyinginum? Fær oljuvinnan ávirkan á bústaðarmynstrið í Føroyum? Koma lønarligir ójavnar í vinnulívið, ímillum tann partin ið tengdur er at oljuvinnuni, og tann partin ið ikki er? Hvussu kann oljuvinnan leggjast til rættis soleiðis, at negativu árinini mótvegis umhvørvinum gerast so fá sum møguligt? Og hvussu skulu samfelagsligu ágóðarnar av einum møguligum oljuríkidømi brúkast og umsitast?

Tiltakið er skipað sum ein hoyring, og tað er fyrsta ferð, at hetta verður roynt í Føroyum siga stigtakararnir og vísa á, at luttakararnir eru býttur upp í ?serfrøð-ingar? av ymiskum slag og tveir spyrjarar, ið eru politikarar. Tá luttakararnir hava hildið síni upplegg, kunnu spyrjararnir seta teimum kritiskar spurningar, har borað verður í tí, ið sagt er. Somuleiðis kunnu spyrjararnir gera sínar egnu viðmerkingar. Afturat hesum kunnu fundarluttakararnir gera viðmerkingar og seta spurningar, eins og undir vanligum pallfundum. Vónað verður, at hetta elvir til eitt meira lívligt tjak enn vanligt er á pallfundum.

Luttakarar eru hesir:

Jan Müller, blaðstjóri Sosialurin, Herálvur Joensen, aðalstjóri Oljumálastýrið,

Kjartan Hoydal, skrivstovuleiðari NORA, Jákup Pauli Joensen, Heilsufrøðisliga Starvsstovan og Óla Jákup úr Dímun, bóndi Stóra DímunSpyrjarar eru: Torbjørn Jacobsen, Tjóðveldisflokkurin og Hendrik Old, Javnaðarflokkurin Orðstýrari er Jógvan Arge, programleiðari í Útvarp Føroya