Álitini klár í dag

Eftir fundin hjá uttanlandsnevndini í dag kann landsstýrið vænta sær at fáa áltini til ríkisrættarligu samráðingarnar

Nógv fundarvirksemi var í gjár millum ymisku umboðini í uttanlandsnevndini. Umboðini fyri Fókaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin fundaðust í sínum lagi, meðan umboðini fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin fundaðust í sínum lagi.

Orsøkin til stóra fundarvirksemið var, at uttanlandsnevndin miðar eftir at hava álit klár at leggja fyri landsstýrið eftir fundin í dag.

Nevndin hevur ásannað, at tað ikki ber til at finna nógv umtalaðu breiðu semjuna, og tí arbeiða samgongan og andstøðan hvør í sínum lagi um at skriva álit.


Samgongan samd

Seinnapartin mikudagin og fyrrapartin í gjár sótu Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, Eyðun Viderø úr Fólkaflokkinum og Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum og royndu at orða eina kladdu til eitt álit, allir tríggir flokkarnir kunnu taka undir við.

Tá Sosialurin tosaði við samgongumenn um middagsleitið í gjár gekst hetta arbeiðið væl, og menn vóru vísir í, at tað fór at eydnast at gera eitt endaligt felags álit millum teir tíggjar flokkarnar.

Samgonuflokkarnir høvdu á middegi í gjár enn ikki viðgjørt kladdur sínar til álitið saman við Miðflokkinum, men tó væntaðu teir, at tað fór at bera til at fáa Miðflokkin at vera við í einum felags áliti.

Hesum sýnist møguleiki eisini vera fyri, tí Jenis av Rana hevur gjørt púra greitt, at hann heldur, at vit eiga at lata landsstýrið fara til samráðingar við donsku stjórnina um ein sáttmála, ið fyrst løgtingið og síðani fólkið kann taka undir við, tá hann fyriliggur.


Samdir um ríkisfelagsskapin

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin skuldu hittast í gjárkvøldið at finna út av, um tað fór at bera til at semjast um eitt felags álit.

Hesum høvdu uttanlandsnevndarlimirnir báðir, Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum og Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum báðir góðar vónir um.

Sambandsflokkurin fegnast um samtykt Javnaðarfloksins frá eykalandsfundinum leygardagin, og er vísur í, at tað fer at bera til at finna fram til eitt felags tilmæli so leingi flokkarnir báðir eru samdir um ríkisfelagsskapin.

Men ríkisfelagsskapurin er eitt hugtak, ið ógvuliga torført er at staðfesta, og tí halda samgongufólk, at Javnaðarflokkurin eisini kann førka seg nærri samgonguni og vera við í einum áliti saman við samgonuni.

Somu áskoðan hevur Miðflokkurin, og segði Jenis av Rana við Sosialin í gjár, at funnu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin saman um eitt felags álit, var nógv umtalaða breiða semjan fingin undir land. Tí tá hevði Javnaðarflokkurin nevniliga megnað at drigið Sambandsflokkin við á sjálvstýriskós.

Hesum eru kortini hvørki javnaðarfólk ella sambandsfólk samd við. Men tey vænta kortini, at flokkarnir báðir finna saman um eitt álit, ið mælir til at tryggja føroyingum ríkisfelagsskapin og sostætt vælferðina.

Miðflokkurin sigur seg eisini leggja stóran dent á at tryggja vælferðina, men hann heldur ikki, at hon kemur í vanda av ætlan landsstýrisins um at samráða seg til nýggjan sáttmála við donsku stjórnina. Tí stuðlar hann helst álitinum hjá samgonguflokkunum.

Tískil fær landsstýrið eftir øllum at døma í dag eitt álit frá samgonguflokkunum og Miðflokkinum og eitt frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum.