tað gott. Hetta er bara ikki nokk til at venda gongdini hjá flokkinum. Løgmaður, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, hevur verið Føroyum ein sera virðiligur løgmaður, men tað er so ikki nokk til [...] Javnaðarflokkin til sjálvsannsakan. HÓAST valluttøkan til eitt fólkatingsval er eini 20-25% lægri enn til eitt løgtingsval, so er valið í gjár kortini eitt gott barometur til løgtingsvalið. Tjóðveldi hevur [...] týðandi finna í hesum taktiska spælinum er uppskotið hjá Kai Leo Johannessen um eina fólkaatkvøðu um ríkisrættarliga spurningin í 2012, júst tá nýggja samgongan hevur sitið í fýra ár. Hetta uppskotið hóvar
vit kanska hava ráð til báðar, og hóast tað er keðiligt, at ávísir útjaðarar doyggja út, so er tað hinvegin ein vanlukka, at vit missa fólk av landinum. Tað er keðiligt fyri útjaðaran, at útjaðarin missir [...] n, men tað er ein vanlukka, at vit samlað tapa við allan heimin. Er tað onki tingfólk, ið heldur, at hesar milliardirnar kunnu nýtast betri aðrastaðni? Kári P. hevur sjálvur sagt, at tað er ein stórur [...] tí tað ikki er pláss til hann á ellisheimi, um hann so býr í Eysturoynni, Havnini ella Sandoynni? Spurningurin er sjálvandi, um sandoyingar eftirhondini hava uppiborið handan tunnilin. Tað er ein sannroynd
ikki minnilutin, sum andstøðuflokkarnir umboða. Tað er rætt, at øll nevndin hevur vitjað sjúkrahúsini, og tað er gott hugskot, tí fyri politikarar er tað ein fyrimunur at síggja og hoyra nakað av tí, tey [...] heilsuverkið hevur at dragast við eru nógvir, og soleiðis er ikki bara í Føroyum, men tað er føroyska heilsuverkið vit skulu virka fyri, og sostatt er tað okkara ábyrgd at leggja støðið. Sambandsflokkurin [...] reka eitt vælferðarsamfelag, og tað er bláoygt at billa fólki inn, at alt verður líka gott ella kanska betri við minni av peningi. Tað, sum um ræður, er at meta, hvat vit fáa fyri pengarnar, og hvørji úrslit
hendan samgongan roynir at niðurbróta tað, sum gongur væl. Tú hittir eisini nógv ónøgd fólk á gøtuni. At fara eftir sjómannafrádráttinum er sera lágt. Tað er botnurin. Taka vit sjómannin heima, so er tað [...] ofta nevnt, at føroyingar sigla uttanlands, tí tað er nógv meira at forvinna og betri sømdir. Hetta er bara partvíst rætt. Vit eru nógvir í tali, og tað er slett ikki kjansur til allar her heima. Skipið, [...] tað bleiv, sum ein eyka skattur. Hon er í dag 8,2%, so tað er nógvur peningur. So fyri nøkrum árum síðan bleiv tann lógin broytt, minnist tó ikki árstal, og tað er sera gott, tí tá kundi man draga frá
Hetta er sera óheppið og órímiligt, og er sera vanvirðilig fyri frælsi hjá tí einstaka. Hetta sigur Veiðifelag Føroya, sum stúrir fyri gongdini. Samgongan ætlar at herða vápnalógina soleiðs, at nú skulu [...] lógarbroytingini, er ikki trygdarskeiðið, men skrásetingin, tí nú sleppa teir flestu veljararnir frá at fara á skeið. Annars heldur Veiðifelagið, at tað einasta rætta er at øll lógin, sum er frá 1969, verður [...] skuldi verða ólógligur", sum Veiðifelagið málber seg. - So hvat løgtingsfólk í framtíðini kunnu finna uppá at banna, er ringt at spáa um. Tó er tað ikki ósannlíkt at høglbyrsur, so sum pumpguns og hálv
Eg haldi, at tað er rætt at geva einhvønn stuðul til fólk, ið seta búgv, men tað er ikki rætt at geva stuðul til luxusbústaðir. So er spurningurin, hvat er luxusbústaður. Mín meining er so tann, at tá fólk [...] kr. í rentum um árið. Hetta haldi eg er vrøvl, tí kostnaðurin fyri hús, tað verið seg lønir og tilfar lagar seg til tann veruleikan, sum er, og um tann veruleikin er stuðul til rentur upp til 120.000 kr [...] Sofus Debes Johannesen ------ Samgongan situr nú og roynir at finna skil á fíggjarlógini, har risastórt hall er størsti trupulleikin. Hallið má burtur, siga serfrøðingarnir nú. Nøkunlunda somu serfrøðingar
vølli alla hesa tíðina. Málið er serliga aktuelt nú, Maersk Air fer at gevast at flúgva til Føroya. Kanska er høvuðsgrund teirra ikki, at vøllurin er ov stuttur, men tað er so ein grundgeving. Atlantsflog [...] greitt, at hendan samgongan hevur ikki sum høvuðsmál at yvirtaka flogvøllin bara fyri at yvirtaka hann. Flogvøllurin er týðandi partur av sambandi okkara við útheimin, og fyri føroyingar er hann í løtuni ein [...] ein fløskuhálsur, sum má burtur. Fyri danir er hann meira at kalla ein blettur, sum teir mugu vaska av sær, tí tað er skilligt, at her liggur nakað, sum danski staturin eigur og hevur forsømt, so tað stendur
alt um, hvat samgongan semist um. Eftir hansara tykki eru tað onnur viðurskifti, sum hanga uppi í hesum skattalættanum og, sum semja eisini skal fáast um, eitt nú, hvussu lættin skal fíggjast. Hvat hann hugsar [...] verður settur saman, og, hvussu stórur hann verður, veit hann ikki enn. Tað er tó eisini greitt, at eitt, sum er við í viðgerðini, er, at Løgtingið hevur samtykt, at hjún skulu samskattast, tvs, at har annar [...] Løgtingið longu samtykt, at botnfrádrátturin í skattinum skal hækkast næsta ár og tað er eisini ein skattalætti. Í ár er botnfrádrátturin 19.000 krónur, men næsta ár hækkar hann upp í 21.000 krónur. ? Hetta
kkurin enntá er farin so langt sum at gjalda fyri eina spurnarkanning millum fólk um, hvat tey hildu um ætlanina um sendistovu í Ísrael. Endamálið við hesum sera óvanliga arbeiðshátti er heilt greitt at [...] i. Ætlanin um eina føroyska sendistovu í Ísrael er bæði áhugaverd og fer at geva landi okkara fleiri nýggjar og ríkar menningarmøguleikar, tí Ísrael er millum fremstu tjóðir á so mongum økjum. Men hetta [...] avdúkar. Tað undrunarverda er ikki, at Javnaðarflokkurin vil økja um játtanina til heilsuverkið. Hesum kunnu øll á Føroya løgtingi taka undir við. Nei, tað undrunarverda er, hvussu sterkar neiligar kenslur
spurningurin er ikki, hvat danir siga ella halda, men hin vegin hvat vit føroyingar kunnu semjast um? Kunnu vit finna eina semju, sum eisini kann vinna undirtøku á einari fólkaatkvøðu? Møguleikin er søguligur [...] eina semju. Hetta er at skulka sær undan uppgávuni. Hette er at renna undan málinum. Og eitt kann eg vissa løgmann um, og tað veit hann eins væl og vit aðrir, at uttanlandsnevndin er ikki eitt ?Mekka? [...] áðrenn málið verður latið uttanlandsnevndini. Alt annað er at vísa ábyrgdarloysið í einum týðandi máli. Løgmaður er leiðari fyri samgonguna, so tað er bæði rætt og náttúrligt, at hann átekur sær hesa uppgávuna