Sofus Debes Johannesen
------
Samgongan situr nú og roynir at finna skil á fíggjarlógini, har risastórt hall er størsti trupulleikin.
Hallið má burtur, siga serfrøðingarnir nú. Nøkunlunda somu serfrøðingar stóðu aftan fyri yvirskriftir í fjølmiðlunum seinasta summar, sum: Tømið landskassan v.m.
At okkurt má gerast við hetta risastóra hallið vita øll, ið hugsa eitt sindur um landskassan.
Sparing, sigur Jørgin Niclasen.
Sami Jørgin Niclasen, sum heldur tað vera altavgerandi at hava eitt Uttanríkisráð fyri 48 milliónir, eina sendistovu í Reykjavík, hvørs sendiharri mest roynist sum tíðindaviðmerkjari hjá Kringvarpinum, og eina sendistovu í London, sum eingin veit, hvat ger. Størsta føroyska hendingin í London í ár verður flaggdagshald, tað var í hvussu er tað, eg fekk burtur úr frálíku sendingunum hjá Rás 2 úr London.
Einasta uttanríkisútreiðsla, eg haldi er til nakra nyttu, er umboðsfólkið í Brússel. Vit koma altíð at hava nært samstarv við EU, so har eigur okkurt umboðsfólk at vera, men tað kann vera sum partur av donsku sendistovuni har.
Her er so ein sparing at heinta, sum er á tí penu síðuni av hálvtrýsj milliónum!
Harnæst kunnu vit koma við fleiri inntøkum.
Í hesum CO2 tíðum hevði tað ikki verið av leið at komið við onkrum grønum avgjøldum, sum høvdu við sær. at vit nýta minni av dálkandi orku.
Tað hevði ikki gjørt nakað, um vit avtóku kvotuna av tollfríðum sigarettum og rúsdrekka. Útlendsk ferðafólk koma ikki til Føroya at roykja og drekka avgjaldsfrítt, so har hevði neyvan verið nøkur minking, og hví skulu tey, ið ferðast nógv (ofta ikki fyri egna rokning) hava stórar fyrimunir at innflyta sigarettir og rúsdrekka tollfrítt?
Fiskivinnan hevur ofta verið uppi, tá talan hevur verið um avgjøld, og eg haldi ikki, at tað hevði gjørt nakað, um fiskidagarnir høvdu verið seldir til tey, ið fáa fiskivinnuna best at hanga saman. Hendan inntøkan hevði verið kærkomin hjá landskassanum, hóast hon ikki altíð hevði verið so stór, tí hon hevði verið alt eftir lønseminum í vinnuni.
Eisini kundi alivinnan latið eitt íkast fyri loyvini at ala. Í øllum førum so mikið sum tað almenna letur til havbúnaðarroyndir!
Rentustuðulin til egnan bústað hevur ofta verið uppi og vent. Fyri jól varð lógin broytt, so nú fæst stuðul bert til bústaðin, har tú býrt, men samstundis var markið fyri rentur, ið geva stuðul, hækkað frá 120.000 til 150.000.
Ein hækking, sum eftir mínari meting ikki gav nakra meining!
Eg haldi, at tað er rætt at geva einhvønn stuðul til fólk, ið seta búgv, men tað er ikki rætt at geva stuðul til luxusbústaðir. So er spurningurin, hvat er luxusbústaður. Mín meining er so tann, at tá fólk hava fingið stuðul upp til rentur á 120.000 kr., so má vera nóg mikið stuðlað. Ynskir onkur at taka hægri lán, eigur tað at vera uttan stuðul frá landi og kommunum.
Nú siga óiva onkur, at í Havn kann man ikki seta búgv við láni, ið kostar minni enn 120.000 kr. í rentum um árið. Hetta haldi eg er vrøvl, tí kostnaðurin fyri hús, tað verið seg lønir og tilfar lagar seg til tann veruleikan, sum er, og um tann veruleikin er stuðul til rentur upp til 120.000 kr., so vil húsamarknaðurin laga seg til tann kostnaðin.









