Tá bara helvtin rør í einum kappróðrarbáti

- Í mínum eygum sær tað út, sum hendan samgongan roynir at niðurbróta tað, sum gongur væl, sigur formaðurin í felagnum fyri føroyskar fiskimenn uttanlands, FFU.

 

Tað verður ofta nevnt, at føroyingar sigla uttanlands, tí tað er nógv meira at forvinna og betri sømdir.

 

Hetta er bara partvíst rætt. Vit eru nógvir í tali, og tað er slett ikki kjansur til allar her heima.

 

Skipið, sum eg var við, bleiv selt í vár. Síðan havi eg verið avloysari við tveimum skipum, og havi roynt at fáa kjans heima hetta hálva árið. Tað vísir seg at vera hopleyst, og nú havi eg so fingið kjans aftur í Noreg.

 

Eisini verður sagt, at vit mangla arbeiðsmegi í Føroyum, tí so nógvir føroyingar arbeiða uttanlands. Hvat skuldu vit sjómenn gjørt her heima á landi? Skuldu vit arbeitt sum tænarar ella borað tunlar?

 

Hugsi tað má vera betri at koma í landskassan við einum feitum skattaneva úr útlandinum. Limirnir í FFU eru fult skattskyldugur í Føroyum.

 

Tað er ein gyltur møguleiki, sum føringar hava, at kunna arbeiða uttanlands og tað, at vit eru eisini eftirspurdir.

 

Tí er tað okkara áheitan: Latið serskattaskipanirnar fáa frið! Um tit skulu pilka við, so gerið tað heldur enn betri og eggið fleiri at arbeiða uttanlands.

 

Hvørji arbeiðir tíma føroyingar, hvussu nógv arbeiða í almennum størvum, umsitingum, kanningarnevndum, sum granskarar, skrivstovufólk og Guð viti hvat alt eitur.

 

Havi hoyrt ein politikkara nevna okkurt um tað.

 

Um vit samabera Føroyar við ein kappróðrarbát, har bert helvtin rør, ja so gongur ikki skjótt, og vit koma ikki langt. Hví ger man ikki betri sømdir fyri tey meira skitnu arbeiðini, um vit kunnu kalla tey so?

 

Í mínum eygum sær tað út, sum hendan samgongan roynir at niðurbróta tað, sum gongur væl. Tú hittir eisini nógv ónøgd fólk á gøtuni.

 

At fara eftir sjómannafrádráttinum er sera lágt. Tað er botnurin. Taka vit sjómannin heima, so er tað einasti fyrimunir, teir hava, og teir skulu hava hann. Tað er súrt arbeiði at buldrast á føroyagrunninum á vetrardegi.

 

Hækkið hann til 15%  av 600.000 kr. Tað hevði verið ein góður startur!

 

Samdøgursfrádrátturin kom orsakað av meirútreiðslum við at ferðast og húsast í uttanlandsarbeiði. Handverkararnir fingu, men fiskimaðurin fekk ikki. Tá bleiv felagði FFU stovnað og vunnu teir tað sakina, so allir fiskimenn uttanlands fingu 300 kr. um dagin.

 

Fleiri hava nevnt, at vit ikki hava rætt til hendan frádrátt, tí vit einki gjalda sjálvir. Tað er als ikki rætt. Ferðirnar fara av óbýttum, og  øll manningin luttekur, og so kemur so sum ferja, hyruvognur, bussur, matur og ymiskt annað aftrat.

 

Og ofta noyðast vit eisini at yvirnátta.

 

Øll árini, eg havi siglt í Noregi, hevur man kunnað valt, um man vildi gjalda norska trygd ella ikki.

 

Øll tey fyrstu árini kundi man ikki draga hana frá skattinum heima. So tað bleiv, sum ein eyka skattur. Hon er í dag 8,2%, so tað er nógvur peningur.

 

So fyri nøkrum árum síðan bleiv tann lógin broytt, minnist tó ikki árstal, og tað er sera gott, tí tá kundi man draga frá og byrja at gjalda.

 

Rindar tú "norsk folketrygd", ert tú so nógv betri stillaður, um tú verður sjúkur ella løstaður, og tí vilja vit sjálvandi tað.

 

Tað verður sagt, at frádragið skal burtur, tí tað ikki er loyvt at gjalda sosiala trygd í tveimum londum, men tað er stórur munur á upphæddini at gjalda heilsutrygd+samhaldsfast í mun til "norsk folketrygd" sum er 8,2%.

 

Havi ikki drúgva skúlagongd. Tað bókliga havi eg ongantíð tímað. Tí er man sjómaður. Men, tá tað koyrir ein sovorðin hets ímóti sjómonnum - ja, so kann eg ikki bara lata tað fara framvið.

 

Vinarlig heilsan

 

Einar M. Hammer,

formaður í FFU (Føroyskir Fiskimenn Uttanlands)