Hetta er sera óheppið og órímiligt, og er sera vanvirðilig fyri frælsi hjá tí einstaka.
Hetta sigur Veiðifelag Føroya, sum stúrir fyri gongdini.
Samgongan ætlar at herða vápnalógina soleiðs, at nú skulu allar byrsur skrásetast og harumframt verður tað nú eisini ein treyt, at tey, sum hava byrsu, og sum ikki høvdu fylt 30 á nýggjárinum, skulu á skeið at taka vápnaprógv.
Michael Dalbø, formaður í Veiðifelagnum, sigur nú í eini áheitan, at tey eru alt annað enn fegin um, at nú skulu allar byrsur skrásetast.
Tey halda, at einasta logiska orsøkin til at allar byrsur skulu skrásetast er, at so kunnu myndugleikarnir herða lógina seinni, og leggja hald á byrsur.
- Krøv um skráseting av vápnum hevur ikki steðgað nøkrum av drápunum, ið vit hava hoyrt um tað síðstu tíðina, eitt nú drápini í Frankaríki, USA og Noregi, sigur Veiðifelagið.
Tey halda, at tað einasta, sum fæst burtur úr at skráseta vápn, er ein óneyðug útreiðsla.
Hinvegin halda tey ikki, at kravið um vápnaprógv er órímiligt , men tey halda ikki, at tað má verða ov dýrt, og at aldursmarkið eigur at verða 18 ár, sum við koyrikortinum, og ikki 16 ár, sum ætlanin er.
Sum lógin er orðað, sleppa øll, sum eru fødd áðrenn 31. desember í 1985 undan at fara á vápnaskeið fyri at fáa vápnaprógv.
- Hetta undantakið gevur ikki nakra meining og hetta sigur okkum, at veruliga ætlanin við lógarbroytingini, er ikki trygdarskeiðið, men skrásetingin, tí nú sleppa teir flestu veljararnir frá at fara á skeið.
Annars heldur Veiðifelagið, at tað einasta rætta er at øll lógin, sum er frá 1969, verður endurskoðað, og at tað ikki bara verður gjørd enn ein lappaloysn.
Veiðifelagið sigur, at einasta endamál við tí, sum nú fyriliggur, er at skerja frælsi hjá einum minniluta av føroyingum, so sum byrsu og veiðimaðurin eru.
Tí vilja tey, at ein bólkur, sum umboðar nógv áhugamál, veiðimenn, ítróttarskjúttar, vinnulív og myndugleikar, verður settur at gera eina nýggja lóg, "sum kundi verið øllum at frama, sum fáast við byrsur regluliga".
Og Veiðifelagið heldur í hesum sambandi, at tað skal eisini verða loyvt at skjóta við rifflu, bæði til veiðu, og kanska eisini til ítrótt.
Tey vísa eisini á, at tá ið vápnalógin varð samtykt, segði Fútin sína meining, har tað sá út til, at tað einans var "steikigaffilin, sum ikki skuldi verða ólógligur", sum Veiðifelagið málber seg.
- So hvat løgtingsfólk í framtíðini kunnu finna uppá at banna, er ringt at spáa um. Tó er tað ikki ósannlíkt at høglbyrsur, so sum pumpguns og hálvautomatiskar høglbyrsir, verða partvís, ella heilt, ólógligar, sigur felagið.
- Hetta hevur verið gongdin í øðrum londum, og hetta halda vit verða ein óheppin og órímilig gongd, ið er sera vanvirðilig fyri frælsi hjá tí einstaka.
Í Veiðifelagnum halda tey ikki, at vit bara skulu herma eftir, hvat tey gera í øðrum londum, vara tí, at summi í Føroyum vilja gera tað sama.
- Tað er eingin grund til, at hetta skal raka føroyingin, sum skjýtur sær eitt kók, ella tvey, um árið, sigur Veiðifelag Føroya.
Annars vísir veiðifelagið á, at ongin í teimum, sum nú sita í samgongu, atkvøddi fyri uppskotinum um at herða vápnalóigina.
- Skulu tey varðveita, kunnu tey ikki annað enn at steðga á við ætlanini, halda tey í veiðifelagnum.










